GOG var á odda í steðginum - PSG var omaná í seinna hálvleiki og vann

Óli Mittún og liðfelagarnir máttu hesaferð lúta fyri franska stórliðnum

Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG megnaðu ikki at vinna á PSG í heimadystinum í bólki B í Champions League.

 

GOG var á odda 18-17 í steðginum í Arena Svendborg. Óli skoraði fýra mál, og hann skoraði øll fýra málini í fyrra hálvleiki.

 

Í seinna hálvleiki megnaði GOG bert at skjóta 10 mál, meðan PSG skoraði 14 mál, og tí gjørdist talan um 31-28 sigur til franska stórliðið. Óli og liðfelagarnir høvdu trupuleikar við sterku fronsku verjuni í seinna hálvleiki.

 

Bæði PSG og GOG hava seks stig hvør fyri sjey dystir, og liggja á fimta og sætta plássinum, ið geva atgongd til endaspælið. Eurofarm Pellister hevur tvey stig, og RK Zagreb hevur einki stig á sjeynda og áttanda plássinum. Málsetningurin hjá GOG verður fyrst og fremst at halda seg ommanfyri tey bæði liðini, so liðið sleppur at spæla tveir Play Off dystir um rættin at spæla í fjórðingsfinalunum komandi vár.

 

Leygardagin klokkan 14 er aftur heimadystur hjá GOG í Arena Svendborg. Hesaferð verður talan um dyst í bestu donsku hondbóltsdeildini móti Nordsjællandi.