Tey seinnu árini hevur Klaksvíkar kommuna brúkt væl av peningi til at marknaðarføra Klaksvíkar Havn til ferðamannaskip og annað. Nú byrjar tað at geva úrslit.
Longu nú hava farmaskip, trolarar og onnur skip gjørt brúk av Norðhavnini, men ætlanin hevur alla tíðina verið at eisini útlendsk ferðamannaskip skuldu koma higar.
Havna- og Vinnunevndin hevur arbeitt við hesum málinum, og eftir eina bygnaðarbroyting í 2009 kom av álvara ferð á virksemið her. Úrslitini sóust beinanvegin, og í fjør var metvirksemi í havnunum í fiskivinnuhøvuðsstaði okkara.
Fyrstu ferðamannaskipini fara nú at seta kós ímóti Norðhavnini í Ánunum. Í ár kemur eitt minni skip tvær ferðir á Klaksvík, men komandi ár kemur verulig gongd á ferðamannastreymin.
- Higartil eru átta bíleggingar komnar til ferðamannaskip í 2012, upplýsir formaðurin í Havnanevndini, Atli S. Justinussen.
Hesi skipini eru sera stór, - okkurt av teimum sum kemur tvær ferðir, er 317 metrar langt, so tað er líka langt sum kai kanturin á Norðhavnini.
Atli S. Justinussen er sera fegin um, at tað hevur eydnast at fáa bíleggingar av ferðamannaskipum, tí hetta er nýggj avbjóðing hjá teimum, nú arbeiðið umsíðir sær út til at geva úrslit.
- Onki kemur av sær sjálvum, slær hann fast.