Gongd má á arbeiði við Suðuroyartunlinum nú!

Hóast breið semja tykist vera um málið verður tað nokk felt í tinginum í morgin.

 

 

 

Tað er ikki at ivast í, at  ein komandi  Suðuroyartunnil  er  altavgerandi  fyri  framtíðar menning,  trivnað  og búseting  í  Suðuroynni. 

 

 

 

Suðuroyggin  hevur  ikki  havt  lut  í  tí  framgongd,  sum hevur  verið  í  Føroyum,og  hevur  í  veruleikanum  ongantíð  reist  seg  heilt  aftur  síðan  kreppuna  í hálvfemsunum. Við føstum sambandi hevði økið verið bundið í ein arbeiðsmarknað, og tað gevur nýggjar og øktar møguleikar fyri vinnulív, tilflyting, arbeiðspláss v.m. 

 

Ein stórur partur av Føroyum er bundin saman, og tá ið fast samband verður til Suðuroynna, verða Føroyar “størri”, og hetta verður til gagns fyri alt samfelagið.

 

 

 

Samferðslukervið er at meta sum lívæðrar út í økini, og í verandi støðu er lívæðrin ikki opin  alt  samdøgrið,og  samferðsluviðurskiftini eru so  mikið  óstøðug,  at  tað  ikki  á  nakran  hátt  er nøktandi   í   einum   framkomnum   samfelag.   Einans   ein   Suðuroyartunnil   kann   framtíðartryggja Suðuroynna.

 

 

 

Gongdin í fólkatalinum

 

Stórur fólkavøkstur hevur verið í Føroyum seinnu árini, men hetta sæst ikki aftur í Suðuroynni. Tøl frá Hagstovuni vísa, hvussu álvarsom støðan í sunnasta partinum av Føroyum er, bæði í Suðuroynni og í Sandoynni. Vónandi fer komandi Sandoyartunnilin at broyta støðuna í Sandoynni, men enn er ongin  ítøkilig  ætlan  gjørd,  sum  kann  bjarga  Suðuroynni.

 

 

 

Meðan  samlaða  fólkatalið  í  Føroyum  frá 2004 til 2022 er vaksið við 5.641 fólkum, er fólkatalið í Suðuroynni í sama tíðarskeiði minkað við knapt 400 fólkum og er í dag 4.672 fólk. Hetta hóast stórt arbeiði verður gjørt í kommununum fyri at fáa  fólk  at  støðast  og  leggjast  til. Aldurssamansetingin  í  Suðuroynni  víkir  eisini  frá  restini  av landinum. Fólkið er sum heild eldri,og tilflyting og burðaravlop megna ikki at uppviga hetta.

 

 

 

Ymisk uppskot og metingar um Suðuroyartunnilin

 

Landsverk  gjørdi í  fjør  eitt álit “Forkanning av eini nýggjari Suðuroyarleið”.Kostnaðarmetingin í álitinum uppá 5,4 mia. loypti hvøkk á fólk, tí í 2018 metti Landsverk verkætlanina at kosta millum 2,8 og 3,4   mia.   Kostnaðarmetingin er gjørd við   støði   í kostnaðinum av Eysturoyar-og Sandoyartunlunum í 2016 við einum váðaískoyti uppá 50%. So hvørt, sum verkætlanin  er  komin longri, og  ymisku  váðarnir  eru  greinaðir  og  loysnir  funnar,  og  váðin  minkar tilsvarandi, verður lættari at gera neyvari kostnaðarmeting.

 

 

 

Nevndarformaðurin  fyri Eystur-og  Sandoyartunlar, hevur áður alment verið ivasamur um tey 50%, sum Landsverkvlegði omaná prísin. Kostnaðurin av Eysturoyar-og Sandoyartunlunum er 120 mió. pr. km.

 

 

 

Ein onnur kostnaðarmeting, sum byggir á eina privata ætlan í samstarvi við Skúvoyar kommunu, og sum hevur eina rundkoyring við frákoyring til Skúvoynna, er uppá 3,4 mia., íroknað nýggjan tunnil millum Sandvík og Hvalba.

 

 

 

Spurningar at greina nærri

 

Tað er greitt, at neyðugt er við fleiri jarðfrøðiligum kanningum til tess at finna røttu linjuføringina. Trygdin er høvuðsspurningurin í verkætlanini, og trygdarkrøvini eru stór orsakað av longdini á tunlinum. Hetta má greinast nærri og støða takast til,hvat trygdarstøðið skal vera. Hetta verður eisini avgerandi fyri kostnaðin. Somuleiðis er neyðugt við umhvørviskanningum.

 

 

 

Tað eru verið  ymiskar  meiningar  um,  nær  tað  er  rætt  at  seta  partafelagið Suðuroyartunnilin á stovn. Tilmælini eru bæði at bíða við hesum og at gera tað beinanvegin, so nýggja felagið kann fara í gongd við arbeiðið.

 

 

 

Føroyar hava nú gjørt sær royndir  við  at  gera  undirsjóvartunlar,  og  fakligur  førleiki  er  bygdur  upp  á hesum  øki.  Hetta  er  umráðandi  at  taka  atlit  til, soleiðis  at  tryggjað  verður, at  henda  vitan  kemur samfelagnum til góðar. Eisini er upplagt, at brúka verkætlanina Suðuroyartunnilin í útbúgvingar og læringshøpi.

 

 

 

Politiska skipanin má semjast og standa saman

 

Slík søguliga stór og kostnaðarmikil verkætlan, sum Suðuroyartunnilin er, verður einans veruleiki, um Løgtingið stendur saman um ætlanina. Verkætlanin er dýr og krevur,at fleiri komandi samgongur semjast, og tí  má  breið  semja  vera  um  málið.

 

Á fíggjarlógini er peningur settur av til at seta partafelagið á stovn,og í løtuni verða jarðfrøðiligar kanningar gjørdar. Tó er partafelagið ikki stovnað enn, og ongin langtíðarætlan er gjørd um fígging v.m.

 

 

 

Samstundis eldist Smyril,og trýstið á suðuroyarleiðina veksur javnt og samt. Skulu vit ikki koma í  neyð, tí  Smyril  ikki  megnar  uppgávuna  komandi  árini, má  verkætlanin  við  Suðuroyartunlinum leggjast í eina trygga legu, og framdráttur má vera í arbeiðinum.  Hendir hetta ikki, kann verða stúrt fyri komandi árunum, tí tekn eru í sól og mána um, at Smyril heldur ikki fleiri áratíggju afturat.

 

 

 

Tað hevur eisini týdning fyri tey, sum búgva í Suðuroynni, at vita, at útlit eru fyri einum Suðuroyartunli. Í løtuni eru fólk um at missa vónina, tí tíðin gongur,og lítið og onki hendir.

 

 

 

Tað er mett, at  arbeiðið  fer  at  taka umleið 8  ár. Málið  um, at koyrandi  verður  í  Suðuroynna  í  2030, verður tískil neyvan rokkið.

 

 

 

Skal Suðuroynni verða lív lagað, má verulig gongd koma á arbeiðið beinanvegin. Í løtuni tykjast øll bíða eftir hvørjumøðrum, og ongin tekur politiskan ognarskap av Suðuroyartunlinum.