Fótbóltur
Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, hevur nú kunngjørt styrkislistan fyri september, og fyri føroyingar er hugaligt at staðfesta, at okkara landslið eftir góðu avrikini ímóti Liktenstein og Skotlandi hevur tikið seg fýra stig fram, soleiðis at vit nú eru á 119. plássi. Hetta er tó framvegis tvey pláss verri enn við ársbyrjan.
Hetta seinasta skal tó eisini síggjast í ljósinum av, at FIFA í summar broytti útrokingarháttin nakað, soleiðis at søgulig úrslit ikki telja eins nógv, sum tey áður gjørdu, og tí telja sigrarnir hjá okkum á eitt nú Malta fyri nøkrum árum síðani ikki eins nógv, sum teir gjørdu við ársbyrjan. Eitt av londunum, sum serliga hevur merkt broytingina er Noreg, sum nú er á einum 38. plássi, eftir at teir við ársbyrjan vóru nummar 25.
Niðanfyri prenta vit, hvussu tindurin á listanum sær út, eins og yvirlitið sýnir støðuna hjá norðanlondum og teimum londum, sum Føroyar eru í bólki við í inniverandi EM-undankapping. Tølini í klombrum sýna, hvørja støðu liðini høvdu fyri einum mánaði síðani.
1 (1)Brasil
2 (4)Frakland
3 (3)Spania
4 (5)Týskland
5 (2)Argentina
6 (6)Mexico
7 (11)Turkaland
8 (9)USA
9 (7)Ongland
10 (9)Italia
13 (12)Danmark
22 (20)Svøríki
38 (35)Noreg
44 (40)Finnland
54 (54)Ísland
63 (60)Skotland
101 (98)Litava
119 (123)Føroyar