Gongur spakuliga rætta vegin við bíleggingum

Tað byrjar spakuliga at ganga rætta vegin Hotel Hafnia, og í næstum fer gistingarhúsið undir at gera lýsingarátøk, fyri at lokka útlendsk ferðafólk til Føroya.

Hotel Hafnia varð hart rakt av avlýsingum, tá koronakreppan rakti, og virksemið hjá gistingarhúsinum lá so at siga stilt í eina tíð.

Nú landið verður latið eitt sindur meira upp, hevur tað víst seg, at eitt sindur av áhuga er komin úr útlondum, váttar Pætur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Hafnia.

– Vit hava sæð áhuga úr Danmark, og onkrar einkultar bíleggingar eru komnar úr Íslandi. So okkurt er hent, sigur Pætur Trónd Thomsen.

Virksemið er kortini framvegis lítið, sigur Pætur Trónd Thomsen, og tað er framvegis ov tíðliga at siga, hvussu summarið fer at vera.

Meira er at lesa um broytingarnar í ferðavinnuni í Vikuskiftissosialinum, ið kann lesast á netinum her.