Gott avrik ikki nokk

Mótstøðuliðið var Amager FF, sum hevði leigað seg inn á ógvuliga góðar umstøður á Tårnby Stadion.

Hóast fleiri avboð var talan um eitt sterkt føroyskt lið. Tað sama kann sigast um Amager FF. Teir hava vísti styrki gjøgnum alt árið og liggja í løtuni til uppflyting í Keypmannahavnarseriuna.

 

Vertirnir byrjaðu eisini sum ætlað, tá teir skoraðu miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Erling Fles var tó skjótur at javna, tá hann setti bóltin í netið eftir frálíkt uppspæl frá Pæturi Dahl.

Amager FF hevði yvirvág fyrsta hálva tíman, men eftir føroyska málið komu útisetarnir nógv betri við og settust á dystin. Sama var gongdin í seinna hálvleiki, men tað knýpti tó frammanfyri málinum, har lítil broddur var í álopunum.

Tá var tað, at Amager FF vísti hví teir framvegis eru við í toppinum. Hóast at vera við undirlutan allan seinna hálvleik, eydnaðist tað kortini teimum at skora tvey mál eftir deyðbóltsstøður.

 

Stutt fyri leiklok minkaði Niels Joensen um munin við frálíkum langskoti, men tað broytti ikki upp á ta sannroynd, at Amager FF fór við øllum trimum stigunum.

Men hóast tap var lagið ikki verri enn ilt millum føroyingarnar. Liðið vísti heilt góðar taktir til tíðir, og tað gevur góðar vónir til síðstu dystirnar, og ikki minst komandi kappingarár.