Sosialdemokratiski floksformaðurin, Helle Thorning Schmidt, var ovurfegin um úrslitið av kommunuvalinum. Ei undur í, tí tað er synd at siga, at hon hevur havt eydnuna við sær, síðani hon tók við. Misjavnar fráboðanir frá flokslimum í týðandi málum hava gjørt, at fólk hava ivast í hennara leiðaraevnum, og hesum hevur stjórnin eisini gjørt sær dælt av.
Tí var tað heppið fyri hana, at Sosialdemokratarnir vunnu kommunuvvalið. Kortini halda politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn, at úrslitið hjá flokkinum gevur ikki ta røttu myndina av støðuni, tí landspolitiskt er flokkurin ikki so sterkur, sum úrslitið fyrradagin vísir, siga teir.
- Úrslitið er í veruleikanum sera gott samanborið við ta landspolitisku støðuna, sigur valgranskarin Roger Buch Jensen við Berlingske Tidende. Hann heldur, at tað góða úrslitið kemst millum annað av, at fleiri av teimum leiðandi politikarunum vóru sjónligir í valstríðnum, og tí heldur hann tað vera spennandi at vita, um Vinstri fer at gera tað sama á næsta kommunuvali.
Ein av teimum fremstu politisku viðmerkjarunum, Ralf Pittelkow, sigur við Politiken, at Sosialdemokratarnir sluppu frá valinum við skinninum á nøsini, sum hann tekur til. Hann heldur ikki, at valið var ein stórsigur fyri flokkin, men at at floksleiðslan tó kann fegnast um, at tann landspolitiska afturgongdin sæst ikki aftur lokalpolitikkinum.