- Gott geografiskt lutakast

Heðin Askham er nøgdur við, at leiðin hjá HB gongur til Litava at spæla evropeiskan fótbólt

Í fyrsta undanumfari í Europa League skal HB til Litava at royna seg. Mótstøðuliðið er FK Trakai, sum er eitt rættiliga nýtt felag, ið varð stovnað í 2005. Í løtuni er liðið á odda í landskappingini í Litava. Heðin Askham, HB-venjari, ivast ikki í, at talan verður um eina torføra avbjóðing fyri hansara menn.

 

- FK Trakai er eitt av sterkaru liðunum, ið vit kundu trekkja. Liðið er mannað við fleiri leikarum úr Russlandi og Hvítarusslandi, og er tað eitt sterkt lið, sum vit skulu spæla ímóti.

 

Frá einum geografiskum sjónarhorni er HB-venjarin tó væl nøgdur við lutakastið.

 

- Litava er eitt land, sum er lætt at koma til og frá, og umstøðurnar plaga at vera góðar har yviri. Einasta liðið, sum eg ikki ynskti, at vit trektu var albanska KF Laçi. Eg havi verið í Albania fyrr í fótbóltsørindum, og tá vóru umstøðurnar ikki góðar haryviri.

 

HB spælir fyrra dystin á útivølli og seinna dystin á heimavølli. Heðin Askham ætlar sær eitt gott útgangsstøði til heimadystin.

 

- Fyrsti dystur er á útivølli, og har hevði ein javnleikur ella harum verið eitt gott útgangsstøði til okkara heimadyst. Hetta verður ein trupul uppgáva, men vit ætla okkum sjálvandi víðari til næsta undanumfar, sigur Heðin Askham at enda.