Tað skal vera gott at vera gamal í Vági. Tað er endamálið við einum nýggjum átaki, Vágs Býráð nú undir. Í hesum sambandi verður skipað fyri miðvísum og regluligum tiltøkum fyri vágbingar yvir 65 ár, alt fyri at bøta um trivnaðin. - Talan er um átøk og tilboð innan trivnað, innan rørslu og venjing, og tilboð um frálæru á ymsum økjum, sigur býráðið í fráboðan í morgun. Í hesum sambani fer at verða skipað fyri felags keypstúrum í Vági eina ferð um mánaðin, har tey eldru verð heintað heima við hús, koyrd til handils, og koyrd heim aftur. Á leiðini verður sjálvsagt steðga á til ein kaffimunn og eitt prát.
Somuleiðis verður skipað fyri felags útferðum í Suðuroy einar 8-10 ferðir um árið, har útferð verður til ymisk støð í Suðuroynni og fólk kemur at greiða frá. Steðgað verður eisini á til ein kaffimunn ella eitt ábit og eitt prát.
Harafturat verður felags morgunmatur og felags døgurða fyri eldri. Morgunmaturin verður eina ferð hvønn ársfjórðing og døgverðin verður eina ferð um mánaðin. Ætlanin er eisini at stovna ein lesiring fyri eldri, tá ið bókasavnið letur upp í nýggja tænastudeplinum í miðbýnum og farið verður eisini undir at stovna eina skipan við vitjunarvini fyri eldri.
Hvat rørslu og venjing viðvíkur, verður skipað fyri felags gongutúrum, umframt nýggjum rørslu- og venjingartilboðum í svimjihyli, innan kappróður og úti í náttúruni.
Eisini verður varpað ljós á tey góðu venjingar- og rørslu tilboðini, sum longu eru. - Skipað verður fyri skeiðum og leiðbeining innan tøkni. Millum annað verður teldurfrálæra, frálæra at brúka snildfonir og fartelefonir, frálæra í at brúka myndatól og at fáa myndirnar inn á telduna. Og eitt forkunnugt tiltak er eisini, at tey fara at skipa fyri skeiði í matgerð fyri eldri mannfólk. |