Goymdi hassjið í baktarminum

- Maðurin, sum er føroyingur, varð tikin við her á støðina og hevur ligið her í nátt. Nú er alt komið út, og fyri hetta fær viðkomandi eina bót, sigur løgreglan.

 

Eftir at Norrøna var komin gjáramorgunin, fekk løgreglan eini boð frá Taks um, at okkurt illgrunavert var við einum persóni, sum var komin við skipinum.

 

- Hetta var ein maður, føroyingur miðskeiðis í 20-unum. Illgrunin gjørdi, at vit tóku okkum av at fáa hann út í skannaran á Landssjúkrahúsinum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at í skannaranum sóu tey, at maðurin hevði onkrar klumpar í baktarminum.

 

- Hann varð tikin við her á støðina og hevur ligið her í nátt. Nú er alt komið út, og hetta fær viðkomandi eina bót fyri.

 

Løgreglan sigur, at tá avhoyringarnar av manninum er lidnar, og bótin er avgreidd, verður hann latin leysur aftur.

 

- Talan var um eini 30 til 40 gram av hassji, og nøgdin ger, at hetta verður avgreitt við einari bót, legði vaktleiðarin aftrat.