Seinastu tíðina, hevur nógv verði tosa um børn, sum hava tørv á serfrøðishjálp.
Ráðstevnan ”Brót tøgnina”, almenni fundurin um tagnarskyldu í Norðurlandahúsinum og sjónarhornið í kringvarpinum hava øll varpa ljós á ymisk viðbrekin evni.
Tað er gleðiligt og gott at sjóneykan nú verður sett á hetta evni.
Somuleiðis hevur práti eisini snúð seg um, førleikar hjá teimum sum taka sær av hesum børnum, eru tey nóg væl skúlaði til hesar uppgávur.
Eitt er so heilt vist, tað er, at vit kunnu altíð gerast enn betur, at síggja og lofta trupulleikanum fyrr, og ikki minst at TORA. Tora at møta trupulleikunum og og tora at boða frá og biðja um hjálp.
Eg haldi, vit títt og ofta gloyma tað sum er gott og virkar. Oftani verður brúkt nógv tíð og orka uppá at uppfinna ”djúpa tallerkin” umaftur, tað skal verða okkurt nýtt.
Eg veit, at vit eru nógv dugnalig fakfólk, lærarar, námsfrøðingar, sosialráðgevarar, heilsufrøðingar og onnur, sum seinastu mongu árini hava starvast innan sosiala økið, og tískil eisini hava fingið nakrar førleikar sum ein ikki kann lesa sær til. Eisini eru fleiri innan økið, sum hava fingið sær víðari útbúgving, psykoterapeutar, familjuráðgevarar og aðrar viðkomandi útbúgvingar. Vit kunnu gangnýta hesa vitan enn betur, tað eri eg sannførd um.
Eg sum heilsufrøðingur í Kommunuskúlanum, havi tætt samstarv við aðrar fakbólkar og stovnar, tá tað eru børn ið hava tørv á serkønari hjálp.
Í løtuni er tað soleiðis, at vit ofta venda okkum til barnaverndartænastuna, um vit meta at tørvur er á víðari greinan ella hjálp. Í fleiri førum, venda tey sær síðani til Familjuhúsið, har fleiri fakbólkar arbeiða saman.
Eg ímyndi mær, at tað hevði verði gott, at víðka um hurðarkarmin inn í Familjuhúsið. Geva teimum enn størri hús, størri fíggjarligar karmar og enn fleiri fakfólk, soleiðis at tey kunnu veita enn størri hjálp og røkka øllum borgarum. Foreldur, fakfólk og aðrir umsorganarpersónar, skulu kunna venda sær til Familjuhúsið fyri at kunna fáa ráðgeving og vegleiðing.
Hetta kann verða TANN EINA hurðin, har tú sum borgari kann fara inn og fáa neyðuga ráðgeving og vegleiðing, soleiðis at tú fær hjálp á einum stað.
Tey hava dugnalig fakfólk og førleikarnar til, at vísa á og meta um, hvør tørvurin er og kunnu hjálpa tær við nógvum har á staðnum, soleiðis at tú ikki skal fleiri støð fyri at finnað neyðugu hjálpina.
Borgarin hevði soleiðis fingið enn betur tænastu, miðsavna á einum stað.