Grønland: 206 tannáringar fingu fosturtøku

24 gentur í aldrinum 14-15 ár fingu fosturtøku

Seinastu tølini hjá grønlendska landslæknanum vísa, at 206 kvinnur undir 20 ár fingu framda fosturtøku í 2016. Av hesum vóru 24 gentur 14 ella 15 ár.

Tað skrivar blaðið AG í dag.

Landslæknin Henrik L. Hansen sigur, at Grønland eru á høgum stigi samanborið við hini norðurlondini, tá ið tað kemur til fosturtøku hjá tannáringum, og sum heild er talið á fosturtøkum høgt í Grønlandi. 

– Vit mugu skilja, at genturnar og kvinnurnar altíð eru í einari sera truplari støðu, tá ið talan er um fosturtøku. Summar av teimum hava verið óhepnar, aðrar hava verið fyri kynsligari misnýtslu, og aðrar eru illa fyri, tí pápin at barninum ikki vil vera saman við teimum. Allar genturnar hava tað til felags, at tær ynsktu sær sjálvsagt ikki at koma í støðuna, sigur sjúkrasysysturin Stine Brenøe við AG. 

AG skrivar, at samanlagt vóru 855 fosturtøkur gjørdar í Grønlandi í 2016. Tað er nøkunlunda sama tal sum føðingar hetta árið.