Grønland herðir manningarreglur

Sambært ætlaðari kunngerð, fær fiskivinnan í Grønlandi tvey ár til at uppfylla nýggju reglurnar sum krevja, at bert 10 prosent av yvirmonnunum kunnu vera útlendingar.

 

Ein nýggj kunngerð, sum broytir og skerpar manningarreglurnar við grønlendskum fiskiskipum, er ávegis og verður nú send til hoyringar.

 

Sambært kunngerðini, fær fiskivinnan í Grønlandi tvey ár til at uppfylla nýggju reglurnar sum krevja, at bert 10 prosent av yvirmonnunum kunnu vera útlendingar.

 

Kunngerðin krevur eisini, at manningin umborð á grønlendskum skipum skal hava fastan bústað og hava verið skattskyldug í Grønlandi í minsta lagi í tvey ár, áðrenn viðkomandi kann fáa kjans sum yvirmaður eitt nú umborð á stórum grønlendskum trolara.

 

Kravið um bústað og skattskyldu skal sambært heimasíðuni – www.sermitsiaq.ag - koma í gildi longu í ár.

 

Tað var á tíðindafundi í gjár, at uppskotið um hesa kunngerð varð lagt fram, og tað var í januar í ár, at Hans Enoksen segði seg vilja skerpa og herða manningarreglurnar.

 

Tey størv umborð á grønlendskum fiskiskipum, sum verða fevnd av nýggju regluni um yvirmenn, eru sambært heimasíðuni skiparar, stýrimenn, maskinmenn, kokkar, trolbassar, verksmiðjuleiðarar og verksmiðjuformenn.

 

Virkandi stjórin í KNAPK, Tønnes Berthelsen, sigur við www.sermitsiaq.ag, at tað kann gerast trupult at liva upp til nýggju krøvini, tó at ávaringartíðarskeiðið er tvey ár.

 

- Serliga á maskinmeistarasíðuni kann hetta gerast trupult, staðfestir Tønnes Berthelsen.