Grønland: Útvega nýggj heim fyri 70 milliónir krónur

Landsstýrið ferð nú undir at útvega heim til teir borgarar, ið blivu rakt av flóðalduni fyrr í ár

Grønlendska landsstýrið boðar í dag frá, at tað hevur sett 70 milliónir krónur av til at útvega nýggjar bústaðir til teir borgarar, ið mistu heim síni í náttúruvanlukkuni, ið rakti bygdirnar Nuugaatsiaq og Illorsuit fyrr í ár.


Tað er Erik Jensen, landsstýrismaður við ábyrgd fyri undirstøðukervinum, ið upplýsir kostnaðin fyri grønlendska miðilin KNR.


- Eg eri fegin um, at vit við tøttum samstarvi millum landsstýrið, tingið og kommunurnar hava fingið játtan til útvegan av nýggjum húsum til teir borgarar í Nuugaatsiaq og Illorsuit, ið blivu rakt av flóðalduni, so tey skjótast gjørligt kunnu búgva í egnum bústøðum og byrja eitt trygt lív, sigur Erik Jensen við KNR.


Tær 70 milliónir krónurnar skulu brúkast til at byggja nýggjar bústaðir, keypa privatar bústaðir og umvæla verandi bústaðir, ið landsmyndugleikarnir ella kommunan eigur, skrivar KNR.


Tað verður tó ikki í Nuugaatsiaq ella Illorsuit, at bústaðirnir verða bygdir, men fáa borgararnir valið millum at búsetast í Uummannaq, Upernavik, Aasiaat, Qeqertarsuaq ella Qasigiannguit, sambært KNR.