Grønt avgjald í ókeypis bussar

Landskassin má breiðka lønargrundarlagið. Hetta eru boðini bæði frá politikkarum, búskaparráðnum og øðrum serfrøðingum við.

Eitt avgjald, sum er nærliggjandi at krevja inn, er grøna avgjaldið av bensin og diesel, selt til akfør á landi. Endamálið við einum slíkum avgjaldi er at minka um CO2 utlátið og at fáa fleiri krónur inn í Landskassan.
Avgjøld raka aldrin øll menniksju eins. Í hesum føri eru tað tey menniskju, sum hava longsta veg til arbeiðis, sum gjalda sín bróðurpart av køkuni. Tey, sum trossa miðsavnanini í Føroyum og koyra langa leið til góðu arbeiðini í høvuðstaðnum verða hart rakt. Tí eiga landsins mynduleikar at fremja enn fleiri CO2 sparandi átøk.

Ókeypis bussar
Teir eiga at lata fyrstu krónurnar, sum grøna avgjaldið gevur, fara til at uppbyggja eitt gott ókeypis bussamband kring alt landið. Á tann hátt hjálpa tey ráðandi teimum, sum harðast verða rakt av einum grønum avgjadi, samstundis, sum tey ferðandi nú verða tvífalt eggjað til at lata bilin standa. Tað fer at verða tiltalandi at taka ókeypis bussin, tá bensinið og disel er so kostnaðarmikið.

Nýggj gjaldskipan
Fyri at fáa enn fleiri okkara at hugsa grønt, eigur ein nýggj gjaldskipan at setast í verk innan Strandferðsluna. Ein gjaldskipan, sum ger at eisini fólk á Streymoynni og Eysturoynni fáa nøktandi peningaligan ágóða av at lata bilin standa. Hetta kann gerast við at knýta Norðoya, Vága, Norðskála og Kollfjarðatunlarnar saman við ferðamannaskipaunum. Alt í eina skipan. Skipanin skal virka á tann hátt, at bilurin bert verður skrásettur einaferð um dagin. T.v.s. at tað kostar tað sama at koyra gjøgnum allar tunlarnar, sum tað kostar at koyra gjøgnum ein og hevur tú goldið í einum tunnli, er ferðabáturin ókeypis. Hinvegin eru tunlarnir ókeypis, um tú hevur goldið umborð.

Aðrir ágóðar
Umframt at verða CO2 tálmandi og eitt ískoyti til landskassan, hava hesar broytingar aðrar ágóðar. Millum annað kann nevnast, at hesar broytingar javnstilla fleiri føroyingar og hjálpa til at land okkara ikki minkar enn meir. Broytingarnar koma at gera, at Føroyar verður eitt spennandi og bíligt land at ferðast í. Um rætt verður atborið kunnu hesar broytingar verða okkara atgongumerki til at luttaka í altjóða prátinum um CO2 útlát. Vit hoyrdu, hvussu hugtikin øll vóru tá borgarstjórðin í Tórshavn greiddi frá ókeypis bussum. Sjálvt borgarstjórðin í New York lýddi undrandi á.
Hugsið tykkum tí væl um og latið ikki grøna avgjaldið koma at standa einsamalt. Knýtið tað heldur saman við eini ókeypis bussskipan og eini nýggjari breiðari gjaldskipan.