Grønur sunnudagur í mai

Trinitatis sunnudagur – 18. mai - verður í kirkjum og kristnum samkomum í ár hildin sum ein grønur dagur. - At tann grøna hugsanin kemur inn um kirkjugátt og í gudshús, er ikki eitt nýtt fyribrigdi, verður sagt av bispakontórinum.

Hugskotið at hava ein slíkan grønan sunnudag eigur Finnbogi Joensen úr Vestmanna. Finnbogi er væl kendur millum fólk, ið geva umhvørvinum gætur.

Slíkir dagar eru kendir frá grannalondum okkara, og her á landi er hetta komið beinleiðis og óbeinleiðis til sjóndar í sálmum, prædikum og lívsmynstri føroyinga.

Trinitatis sunnudagur hóskar væl sum grønur sunnudagur. Tað er vár, og summarið er í hondum.

- Eisini gudfrøðiliga er dagurin hóskandi. Vit kunnu altíð meta um, hvørt hetta er tann besti dagurin ella ikki. Havandi í huga tann várliga dámin, veðurlag og árstíð, so er valið av degnum heppið, verður sagt.


Nøgdsemi

Í kirkjuni finst ein hópur av liturgiskum litum, har hvør litur heldur sína prædiku.

Longu fyrsta sunnudag eftir trinitatis er tann liturgiski liturin grønur.

- Hetta hóskar væl, tí nú boðar liturin frá, at tann reinsaða greinin í dópin, tann í Kristi gróðursetti, fær náðir at vaksa, trívast og loksins bera búna frukt.

- Trinitatis sunnudag hoyra vit um, at gudsótti saman við nøgdsemi er mikil vinningur. Tað er ikki einvíst rætt, at alt tað, ið er meira enn dagligt breyð, skapar eydnu og gleði, verður sagt av bispakontórinum.

Og lagt verður aftrat:

- Tað er vist og satt, at sálini tørvar meira enn góðs og fæ, at ríkur er hvør tann, ið er ríkur í Guði, og at vit hava medábyrgd av jørðini. Vit mega geva børnum og eftirkomarum okkara eitt gott lív á eini reinari jørð, ið samljóðar við eitt reint hav í kveikjandi sólskipan.

Og ríkari verður lívið, tá hin hvíti liturin skapar grøna hugsan, og vit geva lívinum ein møguleika.