Asfalt hevur í Føroyum ikki altíð verið roknað fyri nakað jaligt. Svarta evjan, ið legði grønt lendi undir seg, men sum tó ikki kláraði at forða spírum at treingja upp í sólarljósið. Hendan svarta evjan, ið varð blakað á túnini á sjálvt fjarskotnastu útoyggjum, tá drotningavitjanir vóru fyri framman, og sum førdi mangt hugnaligt bygdatún inn í nútíðina og framtíðina, so til bar at standa á rulluskoytum ella rullifjøl, meðan teir gomlu hittust undir neystavegginum.
Alt hetta gamla er ikki so langt burtur í Tórsgøtu í Havn heldur. Gøtan er gomul høvuðsgøta í býnum, men hevur kanska verið meira ein síðusmoga í nøkur ár, við meira ella minni tómum, niðurløgdum ella lítið vitjaðum bygningum. Men so kom lív í aftur undan asfaltinum. Sjónleikur gleið lættliga inn í Margarinfabrikkina og ungir tónleikarar spæla alt annað enn lættan smørtenortónleik. Posthúskjallarin gjørdist hugnaligur, Sjómansheimið nýmótans hotel og virkið miðlahús við alskyns miðlaamboðum kom í handilshúsini hjá Valdemar, har amboð og grýtur og pottar og annað fyrr vóru, og har Heinesen fyrr hevði handil og har ungi spírin William óivað hevur gingið og lagt framtíðarætlanir.
Og í fjør sá so nýtt tiltak dagsins ljós á asfaltinum í Tórsgøtu. Asfalt!
Spælistað gróðursett í asfalti
Eg ummælti bólkarnar á planet.fo fríggjakvøldið og síggjast ummælini har. Her skal hugleiðast breiðari um fríggjakvøldið og tiltakið. So sum eg síggi tað.
Oyðandi evjan, asfaltið, hevur fingið nýggja merking. Her skal gróðursetast tað, ið skal gerast eitt spælistað í høvuðsstaðnum.
Minnist, at tá vit ungdómar í Havn í áttatiárunum leitaðu eftir venjingarhølum, so endaðu fleiri okkara í gamla Skipshandilinum, ið nú hevur verið søga í mong ár. (Handilin lá har, ið Smyril og Norrøna leggja at). Men gomlu húsini, ið av mongum stóðu klár at ríva niður, vóru karmurin eina stutta tíð. Men sjarman manglaði ikki. Men so fullu húsini og tíðin kravdi sítt.
Og soleiðis hevur søgan verið og líkandi dømi eru fleiri.
Tíðir broytast. Tónleikurin broytist og umstøðurnar broytast. Umstøðurnar eru bert blivnar betri og tað er tónleikurin og framburðurin eisini. Ungu tónleikararnir í dag duga væl betri (tekninst og ástøðiliga), enn tónleikarar fyri eini 15-20 árum síðani. Dygdini hevur ongantíð bilað.
Men spælistað er onki komið enn, um enn bardagin fyri slíkum stað hevur verið málið í mong, mong ár.
Men nú sæst vónarljós og Asfalt er við at leggja lunnar undir gongdina.
Líkt og ólíkt
Spæliskráin fríggjakvøldið var fjølbroytt sum ferðslan á alfaraveg. Á asfaltinum ganga og koyra lík og ólík hvørt í sínum lag, saman og hvør sær. Á Asfalt spæla lík og ólík, men tó gongur, og skal alt ganga, í hægri eind, nevniliga eitt fjøllbroytt útboð av tónleikatilboðum á avmarkaðum stað í avmarkaða tíð.
Fríggjakvøldið var veðrið av tí fagrasta og tað var lagt upp til hugnakvøld í góðveðrinum. Ein góð broyting hesaferð var, at økið var minkað og færri pallar á økinum. Hetta var gott, tí tað, at eini 2 ella kanska 3 tiltøk koyra í senn, er nokk. Meira skal tað ikki vera. Bæði tí áhoyrarin ikki fær møguleika at ganga ímillum og fáa eitt petti av hvørjari framførslu, um tað er tað ein vil, og eisini, tí tað annars verður ov lítð í part av áhoyrarum til allar pallarnar.
Blandið av nýggjum, ungum tónleiki og tónleikarum, og so tað kenda, etableraða og so nostalgiina, er sera góð. Har var okkurt fyri øll oyru fríggjakvøldið.
Tað løgna var kanska, at t.d. tá Simme og tey fóru á pallin, so vóru ikki nógv tilkomin fólk á økinum. Í hvussu er ikki tey, ið minnast fyrstu tíðina vð Simma og teimum.
Men Simme og tónleikarar - og tónleikur hansara - megnaðu sum onki at fáa miðaldrandi, ung og tey yngstu við.
Men hetta sigur tó nakað um, at føroyingar eru tungir at dansa við og ringir at fáa út undan væðingini og út á asfaltið.
Her krupu gamlir tónleikarar á pall og ungir undan væðingini í venjingarhølunum. Men (eldru) áhoyrararnir krupu ikki undan væðingini.
Og sum heild er at siga, at enn sum áður koma føroyingar ikki fyri seg, fyrr enn klokkan slær miðnátt.
Tað er spell, tí tá Asfalt byrjar klokkan 19 og túnini ikki fyllast fyrr enn á miðnátt, so sigur tað seg sjálvt, at alt ov mong ganga glipp av alt ov nógvum. Og tá tey hava sett sær fyri at fara og hava atgongumerki, so kunnu tey tað sama fara frá húsum í góðari tíð, og ikki beint innan tiltakið endar.
Men hetta er serføroyskt fyribrigdi.
Hinvegin kann tað vera, at fólk hava valt út, hvat tey vilja hoyra og møta til tíðina, tá hetta er at hoyra, men hesum ivist eg í.
Íborið
Sum heild kann sigst, at breiða viftan av tónleikaútboðum lættliga kann fáa áhoyraran at missa luftina, um ein roynur fáa alt við. Hinvegin er áhoyrarin somikið at sær komin í dag, at hann dugir at velja. Og í einstøkum førum hevði tað við sær fríggjakvøldið, at nærum manntómt var frammanfyri onkran pall, tí annað tilboð dróg áhoyrararnar.
Og sum orðatakið sigur; har gott fólk er, kemur gott fólk til. Og tað er íborið. Vit fylkjast í flokk og fara har fjøldin er. Helst tí vit vænta, at har er helst okkurt spennandi. At tað hinvegin kann loysa seg at leita og verða heppið at standa einsamallur við fonginum, kemur okkum sjáldan til hugs, og vit troyta ikki fjarleiðirnar, hóast har kann eisini verða okkurt at fáa, um enn so mong ikki royna har.
Fríggjakvøldið fór onkur góð framførsla fram fyri nærum tómum sali, tí glaðir tónar tættari gøtuni lokkaðu áhoyrararnar.
Asfalt er komið fyri at verða og er ein óførur møguleiki hjá teim ungu og ein góður pallur hjá teim royndu.
At fyrreikararnir tykjast hava opið sinni og ikki eru bangnir fyri at gera broytingar, er jaligt. Broytingarnar hesaferð gjørdu í øllum førum tiltakið betri.
Um Høvundan:
Mítt Asfalt: Dagfinn Olsen. Lærari, tónleikari, orða- og lagasmiður og blaðmaður. Teldupostur; dagfinn@sosialurin.fo. Hevur verið virkin partur av føroyska tónleikapallinum síðani fyrrapartin í áttatiárunum,verið á útgávum og sjálvur givið út, og hevur eisini skrivað nógv um tónleik.