Ferðsla
Eftir greinina, vit høvdu í Sosialinum í gjár um tungu ferðsluna gjøgnum Leirvíksbygd, hevur ein lesari í Leirvík vent sær til blaðið.
- Tit skriva um tað eina óhappið, har grót datt av einum lastbili og á vegin. Men tað er dagligur kostur, at størri og smærri grót dettur av bilunum, sum koyra gjøgnum bygdina.
Umrødda greinin var ein samrøða við bygdarráðsformannin í Leirvík, Sjúrð Eliasen. Somuleiðis skiftu vit orð við sýslumannin í Eysturoy, Kristian Martin Joensen.
Sjúrður helt, at ferðslan eftir umstøðunum hevur gingið hampiliga væl, og at koyringin av gróti úr undirsjóvartunlinum fer fram í neyvum samstarvi millum teir, sum hava ábyrgdina av koyringini og ferðslunevndina hjá Leirvíkar bygdarráði.
Sýslumaðurin staðfesti, at løgreglan ikki hevur verið boðsend í samband við hesa koyring, men vísti á, at nú tunga ferðslan í oynni er so nógv økt, heldur løgreglan sjálvsagt eyguni eftir, at alt gongur forsvarliga fyri seg.
Lesarin í Leirvík vísir á, at tað er ikki bara koyringin úr undirsjóvartunlinum, sum órógvar leirvíkingar, sum búgva við vegin, har tann nógva ferðslan gongur.
- Umframt tungu ferðsluna, sum koyrir við gróti, koyra bilar við ruski gjøgnum bygdina og bilar, sum koma við høvdum og eftir høvdum av høvdavirkinum.
Lesarin sigur seg ivast í, um allir bilførarar halda seg til hámarksferðina, sum sambært ferðsluskeltinum er 30 kilometrar um tíman.