Tað stundar til lutakastið til HM-undankappingina í 2018. Lutakastið verður hildið 25. juli í Sankta Pætursborg í Russlandi. Tað er ongin loyna, at føroyski sigurin á Grikkalandi var týdningarmikil og stórsligin upp á fleiri mátar. Millum annað er so at siga vist, at Føroyar enda í fjórða seedningspotti til lutakastið. So høgt uppi á seedningslistanum hava Føroyar ongantíð verið áður.
Útlendskir miðlar hava eisini varpað ljós á lutakastið í juli mánaði. Bæði danska Ekstrablaðið og bretska Daily Mail hava givið síni boð upp á eitt dreymalutakast fyri ávíkavist Danmark og Ongland. Felags fyri boðini hjá báðum miðlunum er, at Føroyar eru við í dreymabólkinum.
Ekstrablaðið hevur hendan dreymabólkin fyri Danmark: Wales, Danmark, Norðurírland, Føroyar, Letland og Andorra.
Daily Mail hevur hendan dreymabólkin fyri Ongland: Ongland, Ísland, Albania, Føroyar, Moldova og San Marino.