Lars Olsen var sum so nøgdur við avrikið í Dublin fríggjakvøldið. Serliga er tað verjupartin hann er nøgdur við.
- Vit verja væl, hóast øll málini hjá teimum eru líkjast nógv. Fyri uttan málini, so hava teir bara nøkur skot úti frá, sum Gunnar bjargar sum hann skal. Tá tað er sagt, so er tað ongantíð gott nokk at tapa 3-0, men tað er nú eina ferð støðan hjá okkum, tí vit møta so góðum liðnum hvørja ferð, sigur Lars Olsen.
Í álopspartinum heldur Lars Olsen tó at tað er pláss fyri betringum.
- Vit skulu arbeiða við at blíva betri við bóltinum. Tað er ikki sum vit gera fram til dystin móti Svøríki, men ein longri tilgong, ið vit skulu í holt við. Vit skapa ov lítið. Vit verða helst snýttir fyri eitt lítið brotsspark, tá Christian Lamhauge Holst verður feldur og Atli Gregersen hevur ein fínan stútara, men tað er eisini alt við megna at skapa og tað er ov lítið. So har eru møguleikar fyri betringum, sigur Lars Olsen.
Tað vóru nógvar broytingar á liðnum til dystin.
- Vit høvdu fimm nýggjar spælarar og Pól Jóhannus Justinussen, sum var fluttur fram á miðvøllin. Eg haldi allir komu væl inn í dystin og gjørdu tað væl. Tað er nakað, sum eg eri glaður fyri sum venjari, tí tað gevur mær fleiri valmøguleikar, sigur landsliðsvenjarin, sum leggur upp til, at tað verða nakrar broytingar til dystin móti Svøríki týskvøldið.
- Tað koma nakrar broytingar til dystin móti Svøríki. Ikki tí eg meti at nakar hevur spælt illa, men tí eg ivist í mun fleiri av okkara spælarum klára at spæla tveir so týdningarmiklar dystir upp á fýra dagar, sigur Lars Olsen at enda.