Seinastu vikuna hevur føroyska U-17 landsliðið verið til EM-undankapping í Finnlandi, har Føroyar hava spælt móti Russlandi, Íslandi og Finnlandi.
Í dag var seinasti dysturin í EM-undankappingini á skránni, tá Føroyar spældu ímóti vertstjóðini Finnlandi. Dysturin endaði við greiðum sigri til Finnland, sum var uppá 4-0. Útfrá hagtølunum á uefa.com var sigurin eisini fult í tráð við leikgongdina, tí sambært hagtølunum vóru finnlendingar omaná á øllum barometrum í dystinum.
Ímóti endanum av dystinum mátti føroyska U-17 landsliðið eisini spæla við einum manni í undirtali, tá Sámal Jákup Jóhannusarson fekk sítt seinna gula kort.
Sostatt tapti føroyska liðið allar tríggjar dystirnar í EM-undankappingini, tí í teimum báðum fyrstu dystunum móti Russlandi og móti Íslandi, taptu Føroyar 3-1 móti Russlandi og 2-0 móti Íslandi.
Føroyar – Finnland 0-4 (0-2)
0-1 Elias Mastokangas, 6.
0-2 Terry Ablade, 32.
0-3 Elias Mastokangas (Brotsspark), 48.
0-4 Terry Ablade, 55.
Føroyska liðið, ið byrjaði dystin í dag var hetta:
Bjarti V. Mørk – Sámal Jákup Jóhannusarson, Meinhard D. Geyti, Regin í Geil Jacobsen (Olaf Kartsson Hansen, 80), Pætur Eliasen (Leivur Guttesen, 41) – Sveinur Lava Olsen, Símun Sólheim, Elias El Moustage, Hanus Sørensen – Óli Poulsen (Andrass Johansen, 78) – Jóhann Joensen