Tað er langt frá tilvildarligt, at russiski andstøðuleiðarin Aleksej Navalnyj doyði í gjár, tá politiska elitan í heiminum trein inn um dyrnar til árligu trygdarráðstevnuna í München, har eisini Aksel V. Johannesen er staddur.
Tað er Jens Worning Sørensen, sum er fyrrverandi danskur aðalkonsul í Sankta Pætursborg, sum sigur soleiðis.
– Tað er ein timing, sum vit ikki skulu taka feil av. Tað er fyri at markera fyri Vesturheiminum, at »tit ongan týdning hava«, sigur hann.
Sambært Jens Worning er deyðin hjá Navalnyj ein gáva frá russisku skipanini til forseta Russlands, Vladimir Putin.
Forsetin hevur soleiðis ikki neyðvendigvís havt ein fingur við í spælinum, tí »systemið klárar slíkt sjálvt«, sigur hann.
– Líka mikið hvussu tú bjóðar systeminum av, so endar tað soleiðis. Tað eru boðini frá systeminum til øll, sum hugsa, at tey kunnu gera tað betri, sigur Jens Worning.
Fleiri framstandandi heimsleiðarar hava givið sína hugsan til kennar og sagt, at tað er stýrið í Russlandi, sum stendur aftan fyri deyða Navalnyjs.
Forsetin í USA, Joe Biden, hevur sagt, at »Putin og búrkroppar hansara« hava ábyrgina av deyða Navalnyjs.
Tíðindini um deyða Navalnyjs bórust í gjár frá russisku fongsulsmyndugleikunum. Hann skuldi vera blivin sjúkur og small í óvit á einum gongutúri.
Í dag hevur ein talsmaður frá stápinum hjá Navalnyj vátta, at andstøðupolitikarin er deyður
Russland heitir á USA til at bíða eftir úrslitinum av rættarlæknaligu kanningunum, áðrenn amerikanarar leggja ábyrgdina á russisku myndugleikarnar fyri at vera skyldugar í deyða Navalnyjs.
Hann áheitanini frá Russlandi er sambært Jens Worning »tað reina møsn«.
– Men hvør ið veit hvat, og hvat vit fáa at vita, tað fáa vit ongantíð at vita, sigur hann.
/ritzau/