Grevstur orsøk til streymslit í Havn

Vegagerð við gamla Velbastaðvegin var orsøk til streymslit í økinum.

Streymslit hevur verið í Havn seinastu dagarnar, og nú kemur SEV við frágreiðing um, hví hetta hendi.

 

SEV skrivar soleiðis á sev.fo:

 

Vegagerð við gamla Velbastaðvegin var enn tvær reisur orsøk til streymslit í økinum nærhendis.

 

Kaðlar vórðu grivnir av 21. og 22. november, og fólk hjá SEV vóru úti og skoyttu kaðlarnar. Í øðrum førinum var serliga torført at sleppa til, og fleiri tímar gingu, áðrenn fólk fingu streymin aftur.