Fyri løtu síðani frættist, at grind er funnin eystanfyri Suðuroynna, útfyri Porkeri og Vág.
Bátar eru farnir úr Vági og úr Porkeri. Grindin sæst ikki av landi, men skjóttgangandi bátar eru farnir út.
Fleiri bátar eru ávegis til grindina, sum sigst liggja útfyri Porkerisnesi.