Gróðurseta viðarlundina á Argjum leygardagin

Ver við til at gróðurseta viðarlundina á Argjum leygardagin 25. juni

Tórshavnar kommuna skrivar, at nú byrjar arbeiðið at gera viðarlundina á Argjum.

 

– Í hesum sambandi bjóða vit øllum borgarum í økinum at vera við til ein arbeiðsdag leygardagin 25. juni, har vit í felag gróðurseta viðarlundina, skrivar kommunan.

 

Dagurin fer at byrja við kaffi og onkrum afturvið í skúlanum á Argjahamri klokkan 10. Síðan fara vit út í økið at gróðurseta.

 

– Hevur tú hug til at vera við til at gróðurseta eina heilt nýggja viðarlund, so minst til at taka tín egna spaka við, skrivar kommunan.