Grønland eigur at gevast við Bretlandi

Stýrisformaðurin í Polar Seafood, Henrik Leth, heldur, at grønlendskir myndugleikar nú eiga at gevast við samráðingunum við Bretland um eina fríhandilsavtalu.

- Bretar tosa um týdningin av Arktis, men her er ikki talan um annað enn "heita luft", sigur Henrik Leth.

Orsøkin til, at stýrisformaðurin heldur, at nú er nokk, er, at bretar krevja fiskirættindi í Grønlandi aftur fyri eina fríhandilsavtalu millum londini.

 

- Vit eiga ikki at halda fram við samráðingunum so leingi, sum bretar krevja fiskirættindi afturfyri. Tí heita vit á landsstýrið um at gevast við samráðingunum.

 

Við Sermitsiaq sigur Henrik Leth, at Grønland eigur ikki at góðtaka at gjalda fyri avtaluna við fiskirættindum.

 

- Tað er nóg galið frammanundan, at fiskimenn í ES framvegis hava kvotur í Grønlandi, sigur hann.

 

Sermitsiaq veit at siga, at bretar mistu síni fiskirættindi í Grønlandi í samband við Brexit - eisini teir veiðimøguleikar, sum vóru við býtisfiski millum Grønland og ES.

 

Ein fríhandilsavtala, har Grønland tollfrítt kann útfyta rækjur og fisk til bretskar keyparar, er framvegis ikki komin upp á pláss.

 

Í skjótt tvey ár hava fundir verið millum londini - fyrst fyrireikingarfundir og síðan samráðingar.

 

- Sjálvandi er tað keðiligt, at vit ikki kunnu fáa somu treytir í Bretlandi sum útflytarar í eitt nú Kanada, Íslandi, Føroyum og Noregi, men eg haldi ikki, at vit skulu lata okkum tøla.

 

Henrik Leth heldur, at støðan millum Bretland og Grønland vísir, at alt bara eru føgur orð, sum passa inn í almennan samanhang, sum hann tekur til. 

 

 Her vísir stýrisformaðurin í Polar Seafood eitt nú til føgur orð um týdningin av Arktis, men heldur fyri, at her er ikki talan um annað enn "heita luft", tá til stykkis kemur.

 

 

 

 

 

- Bretar tosa um týdningin av Arktis, men her er ikki talan um annað enn "heita luft", sigur Henrik Leth.