Grønland fer ikki at avtaka fólkatingssessirnar

Formaðurin í grønlendska flokkinum Naleraq heldur, at Grønland skal gevast við at velja fólk í danska Fólkatingið.

Hann heldur, at grønlendsku fólkatingsumboðini verða brúkt sum lagkøkufigurar til tess at sissa fyrrverandi hjálandastýrið. Naalakkersuisoq (landsstýrið í Grønlandi) svarar, at tað er ikki heimild til ikki at hava val til Fólkatingið í Grønlandi. Tað skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.

 

Formaðurin í Naleraq, Pele Broberg, hevur spurt landsstýrið, um tey eru til reiðar at boða donsku stjórnini frá, at grønlendska fólkið ikki longur vil hava grønlendskar fólkatingslimir.

 

Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna, sigur, at tey hava vent sær til danska statin, sum er rætti myndugleika at tulka grein 32, stk. 5 í Grundlógini.

 

– Løgmálaráðið upplýsir, sagt í stuttum, at tað við avgerðini ikki er heimild til ikki at hava val til Fólkatingið í Grønlandi.

 

– Landsstýrið fer tí ikki við støði í Grundlógini at seta seg í samband við donsku stjórnini um ikki at hava val til Fólkatingið í Grønlandi, sigur hon.

 

Svarið hjá Vivian Motzfeldt kann lesast her