Grønlands Politi biðir fólk hyggja í kjallarar og úthús

Ein 35 ára gomul kvinna, sum hvarv í Qaqortoq fyri lítlari viku síðan, er framvegis ikki komin afturíaftur.

 

Løgreglan í Grønlandi heitir nú á fólk um at hyggja í skúrar, kjallarar, bilar og aðrastaðni í Qaqortoq eftir 35 ára gomlu kvinnuni, Peerstaat Isaksen.

 

Kvinnan er seinast sædd millum leygardagin og sunnudagin í síðstu viku - ella fyri skjótt einari viku síðan. Løgreglan hevur spurt seg fyri hjá familju og vinum, men higartil hevur hetta ikki givið úrslit. 

 

Heitt verður tí á øll í Qaqortoq um at hava eyguni eftir kvinnuni - eisini virkir, verkstøð, vørugoymslur og onnur støð. Kvinnan hevur ongan fastan bústað og plagar at sova hjá vinum og familju.

 

Grønlands Politi sigur, at tey hava ongar upplýsingar um, hvar kvinnan kann vera, og tey útiloka tískil ongar møguleikar um, hvat kann vera hent hini 35 ára gomlu, Peerstaat Isaksen í Qaqortoq.

 

- Kvinnan, sum leitað verður eftir, er umleið 155 sentimetrar høg og var ílatin myrkagrønan jakka, ljósareyða t-shirt, svartar buksur og lilla littar skógvar, tá hon seinast varð sædd, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Peerstaat Isaksen hevur ongan fastan bústað og plagar at sova hjá vinum og familju.