Grønlendska útflutningsvirðið av rækjum og svartkalva er minkað við ávikavist 10,5 og 6,4 prosentum fyrstu fýra mánaðirnar í ár. Tað siga fyribilstøl hjá Grønlands Statistik.

Grønlendski útflutningurin er minkaður

Nýggjastu tølini hjá Grønlands Statistik vísa, at útflutningsvirðið fyrstu fýra mánaðirnar í ár er hitt lægsta seinastu fimm árini.

Grønlendska útflutningsvirðið av rækjum og svartkalva er minkað við ávikavist 10,5 og 6,4 prosentum fyrstu fýra mánaðirnar í ár. Tað siga fyribilstøl hjá Grønlands Statistik.

Grønlendski útflutningurin minkaði við 115 miljónum krónum fyrstu fýra mánaðirnar í ár. Tað vísa tøl hjá Grønlands Statistik, og tað er Sermitsiaq, sum endurgevur.

 

Men, árið byrjaði væl, tí longu í januar í ár hevði Grønland ein vøkstur í útflutningsvirðinum á 37,1 prosent í mun til sama mánað árið fyri.

 

Tá hugt verður eftir fýra teimum fyrstu mánaðunum í ár, er myndin ein heilt onnur.

 

Hagtøl hjá Grønlands Statistik vísa, at útflutningsvirðið frá januar til og við apríl minkaði við 115 miljónum krónum sum svarar til 9,3 prosent. Sambært hagstovninum eru hetta fyribilstøl, sum skulu takast við fyrivarni.

 

Nýggjastu tølini hjá Grønlands Statistik vísa, at útflutningsvirðið fyrstu fýra mánaðirnar í ár er hitt lægsta seinastu fimm árini.

 

Útflutningsvirðið av toski vaks í tíðarskeiðnum frá januar til apríl við 8,7 prosentum í mun til somu tíð í fjør. Øðrvísi sær út við rækjum og svartkalva, har útflutningsvirðið er minkað við ávikavist 10,5 og 6,4 prosentum.

 

Hóast krabbar og rogn úr rognkelsi er ein minni partur av samlaða útflutningsvirðinum hjá Grønlandi, sæst kortini, at fallið í útflutningsvirðinum av krabba er 52,8 prosent, og fyri rogn úr rognkelsi er talan um eina minking á heili 62,3 prosent.

 

Nøgdin av krabba er í hesum tíðarskeiði minkað við 2,5 prosentum, samstundis sum kiloprísurin er minkaður við 43,6 prosentum. Tá ræður um rogn úr steinbíti er talan um eina minking í nøgd á 77,7 prosent, men her er kiloprísurin øktur við 69,4 prosentum.



 

 

Grønlendska útflutningsvirðið av rækjum og svartkalva er minkað við ávikavist 10,5 og 6,4 prosentum fyrstu fýra mánaðirnar í ár. Tað siga fyribilstøl hjá Grønlands Statistik.