Grótverjan í Oyrunum skal leingjast

Í dag varð sáttmálin undirskrivaður millum Nes kommunu og RTS.

 

Á bygdaráðsfundi hin 27. juni samtykti bygdaráðið í Nes kommunu at taka av lægsta tilboðnum at leingja grótverjuna í Oyrunum umleið 80-90 metrar.

 

Tað var RTS, sum átti lægsta boðið.

 

- Grótið verður útvegað úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna, og nøgdin verður umleið 38.000 rúmmetrar. LBF, Landsbyggifelagið og Terra, eru ráðgevandi. LBF hevur gjørt projekteringsarbeiðið og fer at hava eftirlitið, meðan Terra útvegar neyðug loyvi.

 

Tað siga tey í Nes kommunu í dag.

 

Í innbodnari lisitatión hevur LBF fingið tríggjar arbeiðstakarar at geva tilboð, og tilboðsgevararnir vóru J&K Petersen, Articon og RTS.

 

- Tilboðsgevararnir hava givið tvey tilboð hvør. Tilboð A, sum fevnir um arbeiðið at gera grótverjuna í Oyrunum 80 til 90 metrar við at spreingja grót úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna og tilboð B, sum fevnir um at taka ímóti og leggja grót frá møguligu íbúðarverkætlanini á Regnavegnum.

 

Sagt verður, at við grótinum frá verkætlanini við Regnaveg, sum er mett til 60.000 rúmmetrar, ber til at leingja grótverjuna umleið 100 metrar aftrat.

 

- Tilboð B verður ikki sett í verk, fyrr enn vissa er fingin fyri, um íbúðarverkætlanin á Regnavegnum verður framd, verður lagt aftrat. 

 

Í dag varð sáttmálin undirskrivaður millum Nes kommunu og RTS.

 

Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og Svend Lamhauge undirskrivaði fyri RTS. Sáttmálaupphæddin er umleið 8 miljónir krónur. Haraftrat skal kommunan gjalda fyri trygging, ráðgeving og eftirlit.

 

- Arbeiðið byrjar eftir ætlan seinnapartin í august, og tað skal verða liðugt tíðliga komandi vár, siga tey í Nes kommunu.