Grundlóg

NÓGV verður tosað um hvítbøkur, grundlóg og hvat ber til og ikki í hesum døgum. Tað er altíð gott við mennandi kjaki. Í hesum sambandi er tað harmiligt, at kjakið verður drigið niður á eitt støði, har partar ganga og ákæra hvønn annan fyri at royna at lumpa veljaran og skýra konstruktiv uppskott fyri fupp og svindul.

Sjálvsagt er tað altíð ein beiskur biti at skula svølgja, tá eitt patentuppskot, sum onkur heldur er tað einasta ein ávísur flokkur hevur fingið burturúr núverandi fólkaflokssamgongu, fær eitt skot fyri bógvin í nýggjari veljarakanning. Einsvæl og javnaðarflokkurin eigur at gera greitt, hvat hann leggur í sítt sjálvstýrisuppskot, so eigur tjóðveldisflokkurin eisini at rannsaka seg sjálvan heldur enn at leggja í krovið á øðrum flokki, ið eftir øllum at døma bjóðar nakað, sum eitt breitt úrval av føroyskum veljarum tekur undir við.


TAÐ er hugstoytt at síggja, hvussu undirbrotligir fullveldistalsmenninir eru - Einki ber til, um vit ikki fáa fullveldi. Hettar minnir um støðuna, tá føroyingar fóru at samráðast um kvotur á fjarleiðum. Tá søgdu tjóðveldismenn, at tað bar ikki til at samráðast við onnur lond um kvotur, uttan Føroyar loystu frá Danmark. Vit vita øll í dag, at tað ber væl til hjá føroyingum at samráðast við EU, Noreg, Rusland, Canada o.s.fr. Um onkur tá skuldi skrivað eina hvítbók, og hevði læst seg fastan uppá, at tað ikki bar til, so hevði hendan hvítbók helst endað í søgunnar svørtu bók.


NÓGV ber til, um politiskur vilji og politiskt dirvi er til staðar. Tað eru altíð meiri enn ein loysn á einum máli. Fullveldi er ikki einasta loysnin eins og sjálvstýrislógin heldur ikki er tað. Tað minsta, ein eigur at krevja, er, at tey fólk, ið skriva hvítbøkur ella luttaka í ymsum arbeiðsbólkum, gera hettar arbeiði til frama fyri Føroya fólk og ikki púra ókritiskt ganga bert eina leið og útihýsa øllum øðrum loysnum, áðrenn mál eru kannað. At læsa seg fastan í spurninginum um grundlóg er í hesum sambandi púra burturvið. Eitt nú Bretland hevur onga skrivaða grundlóg. USA hevur harafturímóti eina sera ítøkiliga grundlóg, ið var skrivað til viðurskifti, ið gjørdu seg galdandi í 1776. Úrslitið av tí ov ítøkiligu grundlógini eru yvir 20 uppískoyti (eins væl og okkurt uppískoyti, sum er tikið av aftur). Í 1776 var tað sera umráðandi at hava rættin til at bera vápn,tí ein visti ongantíð um onkur indianari ella okkurt villinidýr skuldi lopið á. Nú meira enn 200 ár seinni er tað heilt burturvið, at grundlógin tryggjar rættin hjá øllum til at bera vápn. Úrslitið sóu vit í Colorado herfyri, tá ungdómar skutu frá hond í einum studentaskúla. Amerikanarar líða undir einari alt ov ítøkiligari grundlóg. Bretland hinvegin hevur als onga grundlóg, men eingin kann pástanda, at Stórabretland ikki er eitt land við øllum tí, ið tað inniber.


FØROYINGAR kunnu skapa ta skipan, sum er best fyri land og fólk. Tað einasta, ið krevst er, at partarnir sleppa tí "einasta rætta" áskoðanini. Eisini er týdningarmikið, at menn sleppa undirbrotligheitini og smádreingjalótunum, har roynt verður at trútta niður í fólk, at ein ávís loysn ikki ber til ? sjálvandi ber alt ella næstan alt til. Tað einasta, ið krevst er, at politikarar fyrst og fremst hugsa um praktiskar loysnir og Føroya besta. So kemur hitt av sær sjálvum.