Tað hevði verið ein stórur missur fyri eina føroyska grundlóg, um Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin gera álvara av hóttanini at taka seg úr Grundlógarnevndini.
Tað sigur Jóan Pauli Joensen, formaður í Grundlógarnevndini, nú bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin siga seg um umhugsa sína støðu í Grundlógarnevndini.
Tað var í Sosialinum í síðstu viku, at Lisbeth L. Petersen og Jóannes Eidesgaard staðfestu, at teirra flokkar í hesum døgum skulu taka støðu til, um teir vilja halda fram við arbeiðnum í Grundlógarnevndini. Høvið til nýggju støðuna er, at løgmaður á tingsins røðarapalli segði tingmenn bara hava skyldu til at fylgja sínari sannføring. Tað fekk Lisbeth L. Petersen, forkvinnu Sambandsfloksins, at siga, at so mátti flokkurin gera støðuna upp, tí flokkurin ongantíð fer at taka undir við einari føroyskari grundlóg. Danska grundlógin skal eisini vera okkara, staðfesti hon.
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, treytaði hinvegin eina víðari luttøku í nevndini við, at ein semja fæst um tann tjóðskaparliga spurningin. Annars tekur flokkurin seg úr arbeiðnum.
Uttan ávirkan
Jóan Pauli Joensen harmast um nýggju tónarnar frá andstøðuleiðarunum, tí arbeiðið hevur gingið væl í nevndini higartil, heldur hann.
? Eg vóni, at teir hugsa seg um tvær ferðir, áðrenn teir taka seg úr nevndini. Eg trúði, at tað var semja um, at vit skulu gera hetta arbeiðið liðugt. Er tað ikki galdandi, so er okkurt broytt, sigur hann.
Sambært arbeiðssetninginum, skal Grundlógarnevndin gera eitt álit, sum skal vera liðugt á Flaggdegnum komandi ár. Sambært nýggju lógini fyri nevndina, er tað ikki longur ein treyt, at lógin skal vera til eitt føroyskt fullveldi. Heitið á arbeiðnum hjá nevndini, Grundlógarnevnd, er bara ein arbeiðstittul, og tí skilir formaðurin ikki, at andstøðan knappliga kúvendir.
? Tað er einki endaligt. Allir møguleikar standa opnir. Politikkur snýr seg um at hava ávirkan, men seta flokkarnir seg uttanfyri, so fáa teir onga ávirkan á endaliga úrslitið. Sjálvt Sambandsflokkurin hevur sagt, at stýrisskipanin krevur ábøtur, og tað arbeiðið kann eisini gerast í Grundlógarnevndini. Um lógin kemur at eita grundlóg, fremstalóg ella evstalóg er ikki so umráðandi, men tað hevur stóran týdning, at fólkið tekur støðu til hetta, sigur Jóan Pauli Joensen.
Stuttskygt og tápuligt
Javnaðarflokkurin hevur ført fram, at Grundlógarnevndin er eitt upplagt høvi at orða eina tjóðskaparliga semju, sum bróðurparturin av fólkinum kann taka undir við. Lógin kann orðast soleiðis, at til ber at fara til fullveldi ella samveldi alt eftir, hvussu tað gongur frameftir.
Røkist onki fyri, at tann semjan fæst, so hevur Javnaðarflokkurin ikki hug at vera við longur, sigur Jóannes Eidesgaard. Til tað sigur Jóan Pauli Joensen:
? Eingin semja fæst við at loypa frá í úrtíð. Alt tekur sína tíð, og tingini skulu mýkjast, sum Atli Dam plagdi at taka til. Á seinasta fundi samdust vit um, at ein nevnd skal setast, sum skal arbeiða við, hvussu støða Føroya skal vera til onnur lond. Tað skuldi borið til at funnið eina semju, og tað hevði verið tápuligt, um stuttskygdur politikkur skal beina fyri arbeiðnum at byggja eitt felags støði undir allari føroyskari lóggávu, sigur Jóan Pauli Joensen.
Eitt skitsuuppskot
Formaðurin í Grundlógarnevndini sigur annars, at bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava gjørt eitt gott arbeiði í nevndini. Og tað hevur eisini stóran týdning at fáa teirra sjónarmið við, nú eitt álit skal orðast.
? Tað álitið, sum verður lagt fram á komandi Flaggdegi, verður ikki ein liðugt orðað grundlóg. Tað náa vit ikki. Tað er heldur eitt skitsuuppskot, sum tað skal bera til hjá fólkinum at ávirka. Tí hevur tað so stóran týdning at sjónarmiðini hjá andstøðuflokkunum eru umboðað, og at tað er pláss fyri fleiri meiningum. Annars missa vit nógv, sigur Jóan Pauli Joensen.
Verður tað, sum tað ljóðar í løtuni, at stóru andstøðuflokkarnir stinga í sekkin, so verður arbeitt víðari kortini, sigur formaðurin í nevndini.
? Vit hava fingið álagt eitt arbeiði, og tað ætla vit sjálvandi at fullføra. Men uttan andstøðuflokkarnar verður helst bara talan um eitt serfrøðingaarbeiði, sigur Jóan Pauli Joensen.
********************************************************
FAKTA
Í grundlógarnevndini sita:
1. Trý umboð fyri hvønn flokk á tingi, sum hevur
fýra tingmenn ella fleiri. Eitt umboð fyri teir flokkar,
sum hava tríggjar tingmenn ella færri
2. Løgmaður.
3. Landsstýrismaðurin í lógamálum.
4. Átta persónar við hægri samfelagsvísindaligum
útbúgvingum.
********************************************************