Hetta er ein stór misskiljing! Endamálið við grundlógini er at byggja brýr millum flokkar. Vit stríðast altíð um tað, sum skilir okkum. Í grundlógini skulu vit semjast um tað, vit eru samd um. Lógin skal geva allari teirri politisku skipanin eitt og sama grundarlag at standa á. ? Tá grundlógin er samtykt, fer helvtin av Føroya fólki ikki at standa sum tapari, meðan hin helvtin stendur sum vinnari. ? Vit skulu øll vera vinnarar!
Ein stór misskiljing ?Uppskotið hevur fingið merkiliga lítla viðgerð, síðani tað varð lagt fram á ting. Tað einasta, sum pressan hevur havt áhuga fyri, er eitt notat frá løgtingsskrivstovuni sum sigur, at uppskotið ikki er í samsvari við donsku grundlógina. Alt annað er druknað í hesum spurninginum. ? Og nú fer so løgmaður - mitt meðan løgtingið viðgerð málið - at spyrja danskar myndugleikar, hvat teir halda um spurningin um samsvarið við donsku grundlógina. ? Hetta er sera óheppið! Ikki tí spurningurin ikki skal umrøðast - men tí tað kann gera, at vit lata løgfrøðina forða fyri eini skilagóðari politiskari loysn. ? Um ein hyggur at uppskotinum gjøgnum sera formalistiskar brillur, ber helst til at siga, at tað kann vera í stríð við donsku grundlógina. Uppskotið sigur jú, at alt vald í Føroyum kemur frá Føroya fólki. Tað sigur grundlógin einki um. Og reelt hava danskir myndugleikar jú eisini vald í Føroyum. ? Men reelt er hetta yvirhøvur eingin trupulleiki. ? Tí Føroyar hava aldrin verið fult undirgivnar donsku grundlógina. Og vit hava altíð, í samstarvi við Danmark, funnið pragmatiskar, politiskar loysnir - hóast danska grundlógin, formliga sæð, ikki hevur loyvt hesum loysnum. ?
Nøkur dømi ?Seta vit somu formalistisku brillur á nøsina, sum t.d. Bjørn á Heygum nýtir, er heimastýrislógin eisini klokkuklárt grundlógarbrot. ? Tað er grundlógarbrot at vit gera lógir í Føroyum. ? Tað er eisini grundlógarbrot at vit sjálv krevja upp skatt í Føroyum. ? Hetta kann, sambært grundlógini, einans Fólkatingið gera. ? Tað var eisini grundlógarbrot, at vit yvirtóku undirgrundina í 1992. Ta støðu hevði danska løgmálaráðið í 16 ár - inntil Poul Schluter tók eina POLITISKA avgerð um, at vit skuldu yvirtaka hetta øki. ? At vit yvirtóku kirkjuna var eisini, formalistiskt sæð, brot á grundlógina. ? Hvussu ber tað til, at alt hetta hevur latið seg gjørt kortini? ? Tað hevur tað, tí juridisk formalisma aldrin hevur verið stýrandi í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. ? Vit hava funnið politiskar semjur - og síðani hevur løgfrøðin verið tulkað soleiðis, at hon er í samsvari við hesar politisku semjur. ? Vit hava virt donsku grundlógina sum eina lóg, og vit hava livað eftir henni. Men danskir myndugleikar hava eisini virt tann veruleika, at vit eru eitt annað land, sum hevur eina aðra politiska skipan. ? Soleiðis hava allir føroyskir flokkar eisini fatað støðuna. Og eitt tað fyrsta Lars Løkke Rasmussen segði tá hann tók við sínum starvi var, at tað eru føroyingar, sum sjálvir definera síni viðurskifti við Danmark. Og tað er júst tað, vit gera í uppskotinum til føroyska grundlóg. ? Tí er tað púra óskiljandi, um vit nú sjálv skulu biðja um at vera løgd í tær bindingar, sum ein formalistisk tulking av danskari jura kann hava við sær.
Demokrati ella ikki ?Tað hevur verið spurt um vit, so leingi vit ikki hava fullveldi, í stjórnarskipanini kunnu siga, at alt vald í Føroyum kemur frá Føroya fólki. ? Sjálvandi kunnu vit tað! ? Tað er sjálvsagt, at valdið í okkara politisku skipan kemur frá Føroya fólki. Sum Helgi Abrahamsen segði undir tingviðgerðini av uppskotinum: Antin hevur Føroya fólk valdið í landinum - ella hava vit ikki demokrati! ? So einfalt kann tað sigast. ? Samsvarar hetta so við, at danskir myndugleikar hava vald í Føroyum? ? Ja, tað ger tað. Tí Føroya fólk góðtekur, at hesir myndugleikar hava vald. Vit eru mong, sum vilja hava tað broytt. Og vit kunnu broyta tað. Men so leingi vit ikki vilja broyta tað, góðtaka vit tað. ? Fatanin, sum grundlógaruppskotið byggir á er, at alt vald er hjá Føroya fólki, men at Føroya fólk, í verandi støðu, hevur latið donskum myndugleikum ein part av sínum valdi at umsita. ? Men tað merkir sjálvsagt eisini, at valdið kann takast aftur. Altso at vit hava fullan sjálvsavgerðarrætt.
Er vilji til semju, fáa vit semju ?Kunsturin í politikki er at at fáa rivalar – og enntá fíggindar – at samstarva um tað, teir eru felags um, og lata ósemjurnar liggja. At skapa tað, amerikanarar rópa "Team Of Rivals". Tað hevur borið til í stjórnarskipanarnevndini, sum nú hevur lagt sítt uppskot fyri tingið. Hóast ymiskar fatanir, hava allir partar havt ein grundleggjandi vilja til at koma á mál. Tíbetur - tí tað er stór skomm, um vit í Føroyum ikki megna at semjast um nøkur grundleggjandi, felags viðurskifti. ? Men hóast kalvin er komin á borðið, er hann ikki fingin inn um stokkin. Uppskotið er lagt fyri tingið - og tað, sum var ein semja millum 9 tingfólk, skal nú helst gerast ein semja millum 33 tingfólk. Og síðani helst millum ein ovurstóran meiriluta av føroyingum. ? Tað krevur, at øll eru sinnað til at semjast um tað, tey er samd um - og kanska eisini í onkrum føri geva seg undir tað, sum meirilutin vil. ? Og finna vit tað politisku semjuna, skulu allir teir juridisku spurningarnir nokk falla uppá pláss aftaná. Júst sum teir plaga! ???(sitat)??Tað er sjálvsagt, at valdið í okkara politisku skipan kemur frá Føroya fólki