Gud er danskari enn Guð

»Gud er danskari enn Guð« kallast nýtt og fyndugt yrkingasavn eftir Alexandur Kristiansen, sum júst hevur fingið barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs

Rithøvundurin Alexandur Kristiansen fekk herfyri barnabókavirðislønina hjá Tórshavnar býráð. Hann er óivað tann høvundurin, sum hevur yrkt mest til børn og í dag er tann, sum børn syngja mest sangir hjá.
Men hann er annað enn barnayrkjari. Hann er ein fjølbroyttur yrkjari, sum ferðast millum fleiri sløg av lýrikki. Nú er eitt nýtt yrkingasavn eftir Aleksandur komið út, ið nevnist »Gud er danskari«. Óivað fáa fólk antin sambands- ella loysingarandstygdina fram, tá tey hoyra tittulin, men sum í røttum yrkingum, sigur skræðan ikki alt. Vendir tú yrkingasavninum við, stendur »Enn Guð« á bakpermuni, og so sært tú, at høvundurin skemtar. Sjálvandi við einum broddi av álvara. Tú kanst ikki lata vera við at hugsa um orðini hjá Róa Patursson, sum yrkti, at »uttan ð kann eingin liva«.
Yrkingasavnið er bæði skemtiligt, speirekandi, álvarsligt og grundandi. Yrkingarnar snúgva sum bæði um málningalist ? eitt nú Ingálv av Reyni ? heimin, Føroyar og kærleika sjálvandi. Rithøvundurin viðger eisini sjálvt tað at yrkja og skriva skaldskap og tykist sjálvrannsakandi og erligur.
Mentanargrunnur Studentafelgsins gevur »Gud er danskari enn Guð« út. Savnið er 80 síður og kostar 140 krónur.


****
HETTA ER EINA YRKING

Ja, orsaka meg, frúa,
men eygu tygara gløa.

Gløða?

Ja, eg haldi tey royna at lesa hetta sum eina yrking.

Íðan, er hetta ikki ein yrking?

Jú, men ikki sum tygum lesa hana.
****

****
YRKINGIN UM TEG

Yrkingin um teg
er ongantíð so nakin
sum tú

yrkingin um teg
er kavstoytt í málinum yrkingin um teg lýsir aftur í beinið

eins og delfinin í havsins gleði
hálv undir kavi
til helvtar nakin ?
****