Gudny Langaard, fráfarni stjóri í Vodafone, hevur tikið við eini nýggjari avbjóðing. Krea boðar nevniliga í dag frá, at Gudny Langgaard er nýggj í nevndini hjá felagnum.
Talan er um fyrstu uppgávuna hjá Gudny Langgaard eftir, at Vodafone 10. mai í ár boðaði frá, at Gudny Langgaard fór frá sum stjóri í Vodafone. Tá segði Gudny Langgaard við in.fo, at hon ætlaði at vera heimagangandi næsta hálva árið.
- Fyribils fari eg at vera heimagangandi í eitt hálvt ár, meðan eg leiti mær eftir nýggjum avbjóðingum. Men eg verði knýtt at Vodafone hesa tíðina, tó at eg ikki fari at vera á arbeiðsplássinum dagliga, sigur Gudny Langgaard.
Hon legði tó eisini tá dent á, at hon ynskti at halda fram í samskiftisvinnuni.
- Eg trívist væl í samskiftisvinnuni, men har eru størvini avmarkað. Mínar kvalifikatiónir eru leiðsla og marknaðarføring, og tað eru uppgávur, sum allar fyritøkur hava tørv á.
Gudny Langgaard hevur lisið MBA og BA í altjóða marknaðarføring, umframt at hon hevur verið marknaðarleiðari á Sosialinum og sølu- og marknaðarstjóri á Vodafone.
Tað eru brøðurnir hja Gudny Langgaard, Jaspur og Reimund Langgaard, ið eiga Krea.