Umleið 75 fólk, tey flestu útlendingar, vóru til guðstænastu, tá ein ella tveir álopsmenn komu inn í kirkjuna, har teir tveittu tríggjar granatir eftir kirkjufólkinum.
Sambært pakistansku myndugleikunum doyðu fimm fólk. Amerikanska sendistovan í Islamabad segði, at tvey av teimum deyðu vóru amerikanarar. Tað snúði seg um eina kvinnu, sum arbeiddi á sendistovuni, og 17 ára gomlu dóttur hennara. Hini deyðu vóru ein afghani, ein pakistani og ein ókendur maður.
Millum tey skaddu vóru 12 pakistanar, 10 amerikanarar, fimm bretar og ein týskari.
Norðurlond hava sendistovur í Islamabad, og norðurlendskir diplomatar og onnur sendistovustarvsfólk plaga javnan at vera til guðstænastu, men sunnudagin var eingin norðurlendingur í kirkjuni, sum varð álopin.
Pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, fordømdi alt fyri eitt atgerðina og segði, at hon uttan iva var liður í altjóða yvirganginum. Tað sama segði amerikanski forsetin, George W. Bush.
Tilburðurin hevði við sær, at pakistansku myndugleikarnir hava hert vaktarhaldið við allar kristnar kirkjur í landinum, og í Karashi sóst hermenn standa á varðhaldi við fleiri kirkjur. Álopið sunnudagin var ikki tað fyrsta av sínum slagi í Pakistan. Tann 28. oktober í fjør søktu menn at einari aðrari kirkju, og ta ferðina doyðu 15 fólk.