Floksleiðarar í Danmark er í dag verið til gudstænastu í sambandi við, at trý ár eru liðin síðani Russland hersetti Ukraina.
Fyri at markera dagin fara kongshjúnini, fleiri politikarar og sendiharrar at luttaka í guðstænastu fyri Ukraina mánadagin í Holmens kirkju í Keypmannahavn.
- Tað er ein dagur, sum ikki skal minnast aftur á. Tað er ein ræðuligur dagur, og vónandi verður tað seinasti minningardagur fyri ógvusligu innrásina hjá Russlandi, sigur ídnaðarráðharrin Morten Bødskov við Ritzau undan gudstænastuni.
Samráðingar eru í løtuni millum Russland og USA um ein møguligan friðarsáttmála.
Her eru hvørki Ukraina ella Evropa enn boðin til borðið.
Og hetta heldur formaðurin í SF, Pia Olsen Dyhr, vera sera ørkymlandi.
- Eg haldi tað er ræðandi, sum hendir beint nú við Trump, sum samráðist um frið í Ukraina beinleiðis við Putin. Tað haldi eg vera óhóskandi, og í veruleikanum er tað eisini óhóskandi, at tað er uttan Evropa.
##med2##
- Sama hvat hendir, so fer tað at hava ávirkan á restina av Evropa.
Eingin úr stjórnartoppinum er við til tiltakið. Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, var á rundborðsfundi í Ukraina í dag saman við danska verjumálaráðharranum Troels Lund Poulsen. Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, hevur verið á fundi millum uttanríkisráðharrarnar í Brússel.
/Ritzau