Gudstænasta og konsert í gjónni við Gjógv

Marjun Lómaklett verður prestur, og viðrar verður hon skjútsað inn í Gjónna, meðan kirkjuklokkan ringir.

Í dag kl 15.00 verður aftur høvi at njóta serstøku upplivingina at vera til gudstænastu og konsert í gjónni við Gjógv. Útigudstænastan í gjónni er nú eitt árligt tiltak, sum hevur stóra undirtøku hvørt ár.

 

Marjun Lómaklett verður prestur, og viðrar verður hon skjútsað inn í Gjónna, meðan kirkjuklokkan ringir.

 

Tónleikur verður nógvur  - Eiðis Ljómfelag v/ fleiri, undir leiðslu av Agnar Lamhauge, spælir inngangslagið og spælir undir til felagssálmarnar, og til seinast eisini. 

Havnarkórið, undir leiðslu av Leif Hansen, fer at syngja, og sum endalag framføra tey vakra “Wie liblich sind deine Wohnungen, Herr Zebaot” úr Ein deutshes Requiem av Johannes Brahms, har Jonhard Eliasen hevur krevjandi klaverfylgispælið. 

 

Eisini fer Janus Trygvason at framføra “Boðar tú til allar tjóðir”, so nógv verður at gleða seg til.

 

Fyrireikararnir gleða seg til enn einaferð at bjóða fólki til at njóta løtuna í stórbaru náttúruni. Kaffimuður verður aftaná, skrivar folkakirkjan.fo.