Gulir vestar fram við vegnum

Síðstu vikuna hava havnaborgarar sæð ung í gulum vestum mála, rudda og lúka á ymsum støðum runt í Havnini. Hetta eru ungdómar millum 14 og 16 ár, sum eru ’Ung í Arbeið’, og skulu tey í tvær vikur hampa um okkara høvuðsstað.

Bartal Augustinussen er hjálparsamskipari í ’Ung í Arbeið’.
- Hesa vikuna havi eg staðið við róðrið, tí høvuðssamskiparin, Petur Háberg, hevur verið burturstaddur, sigur Bartal.

Ringt orð á sær
’Ung í Arbeið’ byrjaði longu fyrst í 90unum.
- Hetta var eitt nýtt átak og hevði nógvar trupulleikar at stríðast við í byrjanini. Tað gekk ikki leingi, áðrenn verkætlanin hevði fingið ringt orð á seg, sigur Bartal.
- Summi fóru enntá at kalla tað ’Tung í Arbeið’, tí tey hildu, at tey ungu gjørdu ov lítið til nyttu.
Fyri níggju árum síðan kom ein drastisk vending í átakið.
- Í 2003 kom ’Ung í Arbeið’ undir Margarinfabrikkina og varð umskipað heilt frá grundini av. Tað var Bogi Andreasen, núverandi varaborgarstjóri, sum stóð fyri umskipanini. Átakið fekk nú eitt nógv meira pedagogiskt útgangsstøði.

Endamálið ikki arbeiðið sjálvt
Við umleggingini í 2003 broyttist eisini endamálið við ’Ung í Arbeið’.
- Frá at einans hava snúð seg um at fáa nøkur busskýli málað og nakrar garðar lúkaðar, snýr tað seg í dag nógv meira um at geva teimum ungu ein møguleika at venja seg til at koma út á arbeiðsmarknaðin.
- Vit vita, at tað ikki kemur eins nógv burturúr hjá teimum ungu, sum um man hevði professionelt fólk. Men sum sagt, produktivitetur er ikki endamálið. Um tey líka leggja seg niður á grasið at sóla sær eina løtu er ikki so farligt. Hetta er hóast alt teirra summarferia, sigur Bartal flennandi.
Men at talan einans er um, at tey ungu skulu slappa av við løn, er ikki rætt.
- Tá tað so er sagt, so vænta vit av teimum, at tey gera síni ting. Um tey ikki møta til tíðina ella rýma áðrenn tíð, so verða tey trekt í løn. Vit vilja gjarna læra tey, at arbeiðsmarknaðurin setir krøv og treytir, fyri at tey skulu fáa sína løn, sigur Bartal.

Avlastan hjá foreldrunum
Ein bólkur, sum kanska meira enn nakar annar fegnast um ’Ung í Arbeið’, eru foreldrini at teimum ungu.
- Vit hava fingið serstakliga góðar afturmeldingar frá foreldrunum. Nógv av teimum siga, at hevði tað ikki verið fyri ’Ung í Arbeið’, so høvdu børn teirra bara sitið heima og kett seg ella sitið framman fyri telduskíggjan og spælt spøl. Á henda hátt koma tey út og vera aktiv stóran part av feriuni, sigur Bartal.
- Ein annar faktorur, sum spælir inn, er, at tey ungu tjena millum 4500 og 6500 krónir fyri tvær vikur. Hetta eru nógvir pengar, og um ein familja er illa sperd peningaliga, so fellir eitt slíkt ískoyti á ógvuliga turt stað, at barnið ikki noyðist at biðja foreldrini um pengar, sigur Bartal.

Siga nei til helvtina
Áhugin millum tey ungu at luttaka í ’Ung í Arbeið’ hevur síðstu árini verið alsamt vaksandi. So mikið vaksandi, at einans annarhvør umsøkjari fær arbeiði.
- Tað er ein gleðiligur trupulleiki, tí tað er altíð gott at hava stóran áhuga. Men hinvegin er tað keðiligt at skula siga nei til so mong. Tey, ið fáa avslag, mugu bara søkja aftur næsta ár, og tá hava tey so betri møguleika at verða upptikin.
Sambært Bartali verða tað ikki stórvegis broytingar næsta ár.
- Sjálvandi skulu vit altíð royna at forbetra átakið, og tað royna vit. Men vit halda, at tað koyrir væl nú, og øll tykjast at vera glað fyri tað: tey ungu, foreldrini og borgararnir í kommununi, ið fáa ein vakrari bý. Óansæð broytinar ella ei so kann eg við vissu siga, at hetta er eitt átak, sum er komið fyri at vera, sigur Bartal at enda.