Gullbrandur gjørdi bart

Menninir í Fuglafirði vunnu framúr tætta kapping við Nevið Reyða úr Klaskvík

Tað plaga at vera kvinnurnar í Fuglafirði, sum standa ovast á pallinum, meðan menninir ikki hava megnað at vunnið gullkrónur.

Í dag eydnaðist tað loksins monnunum í Fuglafirði at vera fyrstir á mál. Gullbrandur var fremstur eftir fantastiska spennandi og tætta kapping.

Stríðið stóð millum Gullbrand og Nevið Reyða úr Klaksvík. Gullbrandur stakk seg framum Nevið Reyða, sum kanska fekk tann betra startin.

Eina løtu sá tað út til, at tað skuldi eydnast klaksvíkingum at vinna, tí Nevið stakk framum Gullbrand, so skifti tað einar tvær ferðir, men í endaspurtinum var Gullbrandur tann drúgvasti, og reystu fuglfirðingarnir fóru fyrstir um málið.

 

Argjabáturin hekk eina løtu væl uppií, men so dragnaði hann, og Knørrur vann triðja plássið, meðan Miðvingur tók sær av aftasta plássinum.

Gullbrandur 5.03.24

Nevið Reyða 5.04.12

Knørrur 05.07.12

Argjabáturin

Miðvingur