Teir hava báðir staðið seg væl á føroyska U21-landsliðnum, Gullbrandur Øregaard og Noah Mneney. Og nú er Gullbrandur úttikin til A-landsliðið, ið fer til Baltalond at spæla tveir dystir í Baltic Cup.
Tað margháttliga er, at áðrenn Gullbrandur bleiv úttikin til føroyska A-landsliðið byrjaði hann inni níggju dystir á rað fyri Sandnes ULF í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Aftaná Gullbrandur fekk gleðiligu boðini um landsliðsúttøkuni kann tað næstan tykjast, at hann er revsaður av venjaranum hjá Sandnes ULF, ið hevur blakað Gullbrand á beinkin tveir teir seinastu dystirnar, og hevur sýtt honum spælitíð. Tað er ikki júst soleiðis, at Sandnes ULF vassar í landsliðsleikarum.
Sandnes tapti leygardagin 0-1 fyri Åsane á útivølli, og farna mánakvøld 0-2 fyri Kongsvinger á heimavølli. Og har var ikki somikið sum ein minuttur av spælitíð til føroyska landsliðsleikaran hjá Sandnes.
Sandnes er næstaftast í deildini við níggju stigum fyri 11 dystir, og liggur sostatt í løtuni á einum niðurflytingarplássi.
Leygardagin tapti liðið hjá Noah Mneney 1-3 fyri Kongsvinger á útivølli. Noah fekk av øllum illum fimm minuttir á vøllinum. Í teimum trimum undanfarnu dystunum var Noah á beinkinum uttan at fáa nakra spælitíð.
Bryne er nummar fimm í deildini við 18 stigum fyri 11 dystir. Teir hava bert tvey stig upp til Vålerenga, ið er næstfremst við 20 stigum.