Gullbrandur skoraði í stórsigri - Rógvi gjørdi sjálvmál

Sandnes ULF er nú næstfremst í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

Gullbrandur í Horni Øregaard fekk møguleikan á miðvøllinum hjá Sandnes ULF frá dystarbyrjan í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag. 

 

Sandnes vann stórsigur 6-0 á Sogndal. Í steðginum var Sandnes á odda 2-0. Tá 12 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki økti Gullbrandur til 3-0. Gullbrandur spældi allan dystin. Hann hevur verið tolin og hevur sitið nógv á beinkinum, og hevur havt nøkur innhopp fyri Sandnes hetta kappingarárið. Tí var tað eyka gleðiligt, at hann í dag bæði leikti ein heilan dyst og skoraði mál. 

 

Sandnes er næstfremst í deildini við 35 stigum, eitt stig frammanfyri Stabæk. Tó eru 13 stig upp til greiða oddaliðið, Brann Bergen. 

 

Rógvi Baldvinsson gjørdist stóri syndarin, tá Bryne á útivølli tapti 1-2 fyri Kongsvinger. Tá klokkan vísti 88 minuttir var Rógvi so óheppin at beina bóltin í egið mál. Hetta gjørdist sigursmálið hjá Kongsvinger. Bert átta minuttir frammanundan hevði Siguard Grønli javnað til 1-1 fyri Bryne, men teir mistu tíverri eitt stig móti dystarenda. 

 

Bryne er fjórðaftast í deildini við 16 stigum. Sjey stig eru niður til næstaftasta plássið, ið merkir beinleiðis niðurflyting aftaná lokið kappingarár. 

 

Meinhard E. Olsen var 58 minuttir á vøllinum, tá Mjøndalen á heimavølli tapti 1-2 fyri Raufoss. Raufoss skoraði sigursmálið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Støðan var 1-0 til Raufoss tá Meinhard var skiftur út. 

 

Mánakvøldið tekur Sandnes ULF móti Skeid á heimavølli. Sama kvøld spælir Bryne á útivølli móti Start Kristiansand. Mjøndalen spælir eisini á útivølli mánakvøldið móti Ranheim. 

 

 

 

Mjøndalen er nummar átta við 27 stigum. Tó eru bert tvey stig upp til sætta plássið, ið gevur Play Off dystir um uppflyting við lokið kappingarár.