Disney og Recording Industry Association of America (RIAA) hava júst váttað, at lagið “Better In Stereo” nú hevur rokkið “Gold Certification” fyri fleiri enn 500.000 seld eintøk í USA (sum staklag/single).
Lagið hava Bárður og Óli (Baroli Music) skrivað saman við bretsku Paulu Winger - og er onnur útgávan av staklagnum innspæld/framleidd/mixað í studio hjá Baroli Music her heima í Føroyum. Meiri nágreiniliga úti á Landavegnum í Havn.
Hetta skriva teir úr Baroli Music á Facebook í dag.
Lagið er at hoyra her:
##med2##