Gullregn á Havnarvág

6-mannafør kvinnur: Jarnbardur vann á ólavsøku og FM

Í tveimum teimum fyrstu róðrunum í dag – barnaróðrunum – var tað annar vinnari á ólavsøku enn FM vinnarin.

 

Soleiðis var tað ikki, tá ið fyrsti róðurin var av málinum undir Argjalandinum – stívliga 901 metur frá endamálinum.

 

FM favorittarnir á Jarnbardi ristu ikki á hondum. Tær vóru skjótt fremstar, og so var spurningurin bara, hvussu trivaligur sigurin hjá Jarnbardi hjá Róðrarfelagnum Knørri fór at verða. Hann var rættiliga trivaligur, tí Jarnbardur var tríggjar bátslongdir undan avbjóðarunum, nú Jarnbardur vann FM fyri 16. ferð.

 

Tá ið tær vóru farnir um málið, vóru FM og ólavsøkuvinnararnir skjótir at smoyggja seg í gullvestar, sum boða frá, at tær vunnu gull bæði á ólavsøku og í FM.

 

Kappingin um næstfremsta plássið var sera spennandi. Sølmundur hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ var í kapping við Víking hjá Havnar Róðrarfelag, og tað endaði við, at Víkingur vann ta kappingina.

 

1Jarnbardur04:48.17700
2Víkingur04:55.32600
3Sølmundur (NSÍ)04:56.08500
4Tindur05:30.21400

 

 

 

FM

 

1 Jarnbardur   48

 

2 Sølmundur   42

 

3 Víkingur       31