Gunnar hevur ikki tikið avgerð um framtíð sína

Í samrøðu við íslendskan fótbóltsmiðil staðfestir Gunnar, at tíðin var búgvin at gevast

Í samrøðu við stóra íslendska fótbóltsmiðilin, fótbólti.net staðfestir føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, at hann enn hevur ikki tikið avgerð um fótbóltsframtíð sína.

 

Gunnar sigur eisini í samrøðuni, at tað lá í kortunum, at hann fór at gevast í FH tá hetta kappingarárið var lokið.

 

Gunnar viðgongur, at tað bæði persónliga og ítróttarliga hevur verið talan um eitt strævið kappingarár, har FH leingi stríddist fyri at sleppa undan niðurflyting. Gunnar bleiv eisini skaddur, og seinni misti hann plássið millum stengurnar.

 

Samlað hava tey sjey kappingarárini í FH verið ein stór uppliving, har íslendska meistaraheitið í 2016 var hæddarpunktið. Gunnar fegnast eisini um dystirnar við FH úti í Evropa, har Champions League undankappingardystirnir móti Víkingi, serliga útidysturin á Tórsvølli í 2018 var ein serlig uppliving. 

 

Gunnar sigur í samrøðuni, at hann fer at taka eina avgerð í januar hvørt hann fer at halda fram við fótbóltsyrkisleiðini.

 

Í samrøðuni kemur eisini fram, at tað liggur í kortunum, at Gunnar og familjan fara at flyta heim til Føroya innan alt ov langa tíð. Tey eru í holt við at byggja hús í Havn. 

 

HER  ber til at síggja og hoyra áhugaverdu samrøðuna hjá fótbólti.net við Gunnar, ið er á týðiligum íslendskum máli. Tey sum hava ans fyri norðurlendskum málum eiga at skilja tað mesta, ið sagt verður í samrøðuni.