Fótbóltur
B68 og GÍ eru í hvør sínum enda á støðutalvuni. At GÍ er næstfremst, at B68 er aftast, og at munurin er seytjan stig, sást tað ikki so nógv til. Uppgerðin var jøvn, og felags fyri báðar partar var, at teir løgdu dent á at spæla fótbólt. Tað eydnaðist ikki so galið. Serliga í 2. hálvleiki, tá ið ferðin var eitt sindur hægri, enn hon hevði verið í góðveðrinum undan steðginum, vóru tað løtur, tá ið spælið hekk hampuliga væl saman.
Avgerandi støðan, sum var orsøk til, at gøtumenn stungu av við øllum trimum stigunum, var, tá ið 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamal. Málið var úrslit av bestu GÍ løtuni av øllum. Fleiri ferðir hekk tað lítla løtu væl saman hjá báðum pørtum. Hesa ferð spældu gøtumenn afturi av egnari hálvu, fram í vinstru, tvørtur um, og eftir fjúrtan sendingar streyk Hans Jørgen Djurhuus til baklinjuna í høgru, legði út frá til Gunnar Nielsen, sum út frá nærra stólpanum smekkaði til, og tað sang í meskunum aftanfyri Tórð Thomsen, ið annars var stinnur í málinum.
Gunnar Nielsen er keyptur at gera mál, og hann syrgdi fyri sigursmálunum og harvið trimum stigum. Hann fekk fulla úrtøku burturúr einasta veruliga málmøguleikanum.
Hans Jørgen Djurhuus hevur fleiri tær seinastu ferðirnar verið eitt sindur afturtrektur álopsspælari ella framrættaður miðvallari. Hesa ferð var hann ytstur á miðvøllinum í høgru, og ætlanin var eyðsýnd. Tá ið Øssur Hansen ikki hevur verið við hjá B68 higartil í ár, hava teir havt trupulleikar í vinstra verjuborði. Væl upplagdi Hans Jørgen var ætlaður at leggja serligt trýst á hesa B68 ódnina.
Kristian Anton Andreasen varð hesu ferð royndur á vinstra vongverja hjá B68. Hann hevur ikki spælt nakað stórvegis á hesum plássinum. Hann stóð seg væl, men avgerandi gjøgnumbrotið, sum bar innleggið við sær, ið gav GÍ øll stigini, kom í hesum borðinum.
Rangstøðu meistarar
B68 er niðast á støðutalvuni. Hesa ferð høvdu teir onkrar møguleikar, sum kundu havt borið mál við sær, men tað eydnaðist ikki. Sum 2. hálvleikur leið, royndi B68 at spenna álopsbogan, men teir komu ikki til avgerandi møguleikan.
Venjarin royndi at skifta eitt sindur upp á fólkið. Onkra løtu var Julian Johnsson ytstur í høgru og aðra ytstur í vinstru, og so var hann mitt á, har tað tykist bila nógv at skapa tyngd og ferð í framrættaða spælið.
Hetta var fyrsta ferðin, at nýggi maðurin, Mustapha Kamal Ndaw, varð royndur í B68 álopinum í landskappingardysti á heimavølli. Hann megnaði ikki at gera mál, og hann var heldur ikki nær við at gera mál. Mest eyðsýnt var tað, at hann hevði ógvuliga ilt við at finna út av, hvar rangstøðumarkið var. Skilagóðu Niclas Niclasen og Kaj Ennigarð settu ferð eftir ferð eftir ferð ragnstøðugarnið frammarlaga á egnari hálvu, og tað gretti ikki, at stóri og myrki B68 álopsspælarin datt í hana. Tað varð ikki fíntalt, hvussu ofta tað mundi vera, men tað er ikki ov nógv tikið til, um skotið verður upp á, at hann varð dømdur at vera rangstaddur nítjan ferðir.
Síðstu løtuna royndi B68 seg við nýggja manninum ytst í høgra borði. Tá vísti hann seg at vera skjótur, og hann legði fleiri ferðir innfyri, uttan at upplagdir málmøguleikar spurdust burturúr.
GÍ helt tørn, og teir vóru vandamiklir í onkrum snarálopum. Gøtumenn vóru komnir á Toftir fyri at fáa trý stig. Tað fingu teir, og tí sigur tað seg sjálvt, at gøtufólk fóru at Svangaskarði í sera góðum hýri. At lagið ikki var tað sama hjá heimafólkinum var heldur einki at siga til. Hvussu stórur uggin var í tí er ivaleyst stórur spurningur. Men tað er veruleiki, at hesa ferð var B68 avrikið ikki líkt teimum, sum lið, ið hava beina kós móti niðurflyting, plaga at vísa.
Fakta um dystin
B68-GÍ 0-1 (0-0)
0-1: Gunnar Nielsen 55.