Gunnar og FH eru framvegis oddalið

FH vann tepran heimasigur ímóti botnliðnum Fylkir

Tað sást ikki á maltalvuni, at talan var um dyst millum oddaliðið, FH og botnliðið, Fylkir í dystinum á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum í dysti, sum var leiktur í gjárakvøldi.

 

FH vann 1-0 við málið, sum skotski áleyparin, Steven Lennon skeyt við einum brotssparksmáli tíðliga í seinna hálvleiki. 

 

Gunnar Nielsen helt málið reint, og hann hevur uttan iva havt onkran strævnari dyst enn hendan, tí FH hevði tað mesta, sum skrivast kann heim um, sambært Morgunblaðnum. Sonni Ragnar Nattestad var ikki við í hópinum hjá FH. 

 

Komandi dysturin hjá FH í pepsideildini verður á heimavølli ímóti Víkingi Reykjavík 9. juli. Í næstum skal FH eisini út at royna seg í øðrum undanumfarinum í Champions League kappingini ímóti írska liðnum Dundalk. 

 

Tað er framvegis spennandi í oddinum í pepsideildini, sum stigatalvan eisini vísir : 

 

1FH9     6 2 1   12:420
2Fjölnir96 1  221:919
3Breiðablik9 1310:716
4Stjarnan84   2214:814
5Víkingur Ólafsfjørður842211:1114
6ÍBV941410:913
7Valur932413:1011
8Víkingur Reykjavík832312:911
9KR92348:119
10ÍA82157:157
11Þróttur R.82156:217
12Fylkir80264:142