Gunnar og FH skulu hava nýggjan høvuðsvenjara

Javnleikur hjá FH móti botnliðnum, Leiknir fekk leiðsluna í FH at sleppa sær av við venjaratoymið

Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen skal hava nýggjan høvuðsvenjara í FH.

 

Tað hevur gingið illa hjá FH hetta kappingarárið, og javnleikur 2-2 á heimavølli móti botnliðnum, Leiknir ígjár var dropin sum fekk bikarið hjá leiðsluni í FH at flóta yvir.

 

Høvuðsvenjarin, Ólaf Jó­hann­es­son og hjálparvenjarin, Sig­ur­björn Hreiðars­son fingu báðir sekkin aftaná slaka úrslitið ígjár.

 

FH hevur bert vunnið átta stig í níggju dystum, og teir hava 10 stig upp til triðja plássið sum kann geva atgongd til evropeiskan fótbólt komandi ár. 

 

Gunnar sum hevur verið burtur við føroyska landsliðnum vardi ikki málið hjá FH ígjár.

 

Komandi týskvøld spælir FH á útivølli móti liðnum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Akranes.