Gunnar skoraði fyrsta málið í hesum kappingarárinum

Gunnar Vatnhamar er fyrsti føroyingurin síðani 2006, ið skorar fyrsta málið í einum kappingarári í bestu íslendsku fótbóltsdeildini

Landsliðsleikarin, Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir hjá íslendsku greipuvinnarunum, Víkingur Reykjavík fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Víkingur Reykjavík vann í kvøld á heimavølli 2-0 á Stjörnuni, og fekk Gunnar heiðurin at vera fyrsti málskjúttin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Gunnar skoraði málið til 1-0 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki. Staddur í brotsteiginum hamraði Gunnar bóltin í netið.

 

Helgi Guðjónsson økti til 2-0 tá 73 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Seinast ein føroyingur var fyrsti málskjúttin í einum kappingarári í bestu deildini í Íslandi var í 2006. Tá var tað Símun Samuelsen hjá Keflavík, ið fekk heiðurin at vera fyrsti málskjúttin. 

 

Mánakvøldið 15. apríl spælir Víkingur á útivølli móti Fram.