Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir eru greipavinnarar

Víkingur Reykjavík gjørdist í kvøld staðfestur íslendskur meistari uttan at spæla

Seinnapartin í dag leikti nærmasti kappingarneytin hjá Gunnari Vatnhamar og liðfeløgunum í Víkingi Reykjavík, Valur dyst móti KR í bestu íslendsku fótbóltsdystin.

 

'Dysturin endaði við javnleiki 2-2, og tað merkir, at Valur kann ikki longur røkka fyrsta plássinum, hóast liðið hevur tríggjar dystir eftir at spæla og Víkingur hevur fýra dystir eftir at spæla. 

 

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir fara í kvøld at hava eitt lítið hátíðarhald. Tann stóra veitslan má bíða, tí í annaðkvøld klokkan 20.15 skulu teir spæla móti Klæminti A. Olsen og liðfeløgunum í Breiðablik á útivølli í Kópavogi.

 

Støðan í ovara endaspælinum:

 

NrLiðDystirVJTMálmunurStig
1Víkingur Reykjavík23193167:2260
2Valur24154557:2749
3Breiðablik23115744:3838
4Stjarnan24114948:2837
5FH24114944:4737
6KR2497833:4034